Kringvarpsstjórin, sum fer úr starvi 1. apríl, sigur, at tað eru tvær orsøkir til uppsøgnina, og at onnur er, at hann ikki hevur fingið stuðul til ætlaðu broytingarnar Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpinum, hevur í dag sagt seg úr starvi. Kringvarpsstjórin fer úr starvi 1. apríl. Tað visti Útvarpið at siga í tíðindasendingini klokkan 18 í kvøld.
Jógvan Jespersen sigur, at tað eru tvær orsøkir til uppsøgnina. Onnur er, at Jógvan eftir at hava arbeitt í Útvarpinum og Sjónvarpinum í 30 ár, og eftir at hava verið stjóri í Útvarpinum og seinni í Kringvarpinum í meiri enn 17 ár, nú hevur hug at royna okkurt annað.
Hin orsøkin er, at Jógvan Jespersen ikki kennir seg at hava stuðul í politisku skipanini at útinna setningin, sum varð settur út í kortið, tá ið útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman:
- Vit hava arbeitt og disponerað út frá, at alt virksemið skuldi savnast í Sortudýki. Nú eru møguleikarnir skerdir fyri hesum, og tað sær út til, at virksemið framvegis skal verða í tveimum støðum. Mín motivatión er ikki, sum hon eigur at vera, og tað er ivaleyst best fyri bæði stovnin og meg sjálvan, at onkur annar enn eg fer at standa á odda í hesum arbeiðnum, sigur Jógvan Jespersen.
Jógvan Jespersen sigur seg ikki hava annað arbeiði, men hann ivast ikki í, at hann eisini eftir 1. april fer at hava okkurt at fara upp til.
Landsstýrismaðurin í mentamálum boðaði fyri stuttum frá, at Kringvarpið fær ikki loyvi til at hækka gjaldið við 200 krónum um árið, sum Kringvarpið hevði søkt um.