Jógvan Martin eigur avgerðina

Hóast hann vónar at sleppa millum teir fyrstu ellivu, so letur Fróði Benjaminsen tað vera púrasta upp til venjaran, hvørt so verður

Fótbóltur

 

Leygardagin mátti hann hyggja at, meðan liðfelagararnir stríddust móti heimsmeistarunum. Men hóast ikki ein fingur kann setast á avrikið hjá spælarunum í tí dystinum, so vónar Fróði Benjaminsen, at pláss er fyri sær, nú liðið skal setast av nýggjum til Skotlands-dystin.

- Mann kann so ikki gremja seg um tað, sum hinir løgdu fyri leygardagin. Men mikudagin er ein nýggjur dystur, og so er tað upp til venjaran, hvørja loysn hann velur, sigur Fróði, sum als ikki vil tosað um, hvørt ella hvar á vøllinum hann vónar ella væntar at spæla.

Men tá tað kemur til sjálvan dystin móti skotum, so er boðskapurin frá Fróða greiður.

- Tað hava vit allir tosa um. Innsatsurin móti Italia var framúr, men hesa ferð er talan um nýggjan dyst, og tí skulu armarnir niður. Leygardagurin skal gloymast.

Tit hava ofta staðið tykkum væl móti skotum. Vænta tit, at tit eisini gera tað hesaferð?

- Seinast teir vitjaðu her, høvdu vit 2-0 leiðslu, sum teir tó javnaðu, men ein endurtøka av tí úrslitinum vildi nú verið heilt stuttlig.