Jógvan Páll nýggjur formaður

Landstýrismaðurin í mentamálum hevur sett advokatin Jógvan Páll Lassen í formanssessin í stýrinum fyri Listasavn Føroya. Vónandi verður hetta endin á stríðnum, sum alt ov leingi hevur valdað innan føroyska listaheimin

Jógvan Páll Lassen er maðurin, sum skal fáa Listasavn Føroya á rættkjøl aftur. Hann hevur onga listarliga útbúgving, men tað metir hann sjálvur vera eina styrki í hesum førinum.
Spurdur hví júst hann er valdur til formann í stýrinum fyri Listasavnið, svarar Jógvan Páll Lassen, at tað veit hann ikki. Og tað hevur hann heldur ikki spurt um.
? Eg bleiv spurdur um eg vildi átaka mær henda formanssessin, og eg segði ja. Meiri veit eg ikki, sigur hann.
Jógvan Páll heldur ikki, at tað er neyðugt at hava stóran listarligan kunnleika, fyri at vera nevndarformaður í Listasavninum.
? Eg eri eisini nevndarlimur í einum reiðaríi, sjálvt um eg ikki dugi at føra eitt skip, ella at orna motorin, um okkurt skuldi verið galið við honum. Uppávan hjá mær á Listasavninum verður at leiða, og líkasum fáa tað heila at rigga aftur. Eg fari ikki at blanda meg í málningarnar og listina sum so, svarar Jógvan Páll.


Listarliga ólærdur
Fríggjadagin er fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggja formanninum fyri stýrið á Listasavnið Føroya, Jógvani Páll Lassen. Listasavnið hevur leingið ligið í hørðum stríðið, og 12 av fremstu listarfólkum okkara hava, sum mótmæli, tikið seg úr Listafelagnum. Orsøkin er at nýggi leiðarin av savninum, Helgi Fossádal, ikki er listarliga lærdur.
Spurdur um tað ikki kann tykjast sum eina provokatión, at ein advokatur, heldur enn ein listarliga lærdur persónur, nú er settur at fáa alt á rættkjøl aftur, svarar Jógvan Páll, at tað heldur hann ikki. Tvørturímóti sær hann tað sum ein fyrimun, at hann ikki hevur nakra sterka meining um stríðið.
? Eg veit lítið meiri um hatta stríðið enn tað, sum eg havi lisið í bløðunum. Eg kenni einki til balladuna aftanfyri, og tí kann eg koma inn, púra óheftur, og síggja málið við nýggjum eygum, sigur hann.
Hann sigur seg kenna fólkini í stríðnum at navni, men hann veit enn ikki heilt júst hvussu øll tingini hanga saman. Tað fyrsta hann tí fer at gera, verður at práta við øll fólkini, sum eru innblandað, og gera sær sína egnu meting, eftir at hava hoyrt allar síðurnar av málinum.
Enn hevur navnframi advokaturin tó ikki gjørt sær nakra ætlan um, hvussu trupla málið skal taklast.
? Eg havi júst fingið viðtøkurnar fyri stýrið, so eg havi ikki fingið stundir at hugsa um hvussu hetta skal loysast, sigur Jógvan Páll.

Tey farnu eru farin
Jógvan Páll sigur seg ikki hava ætlanir um at royna at sameina spjøddu limirnar í listasavninum aftur.
? Vit liva í einum fríum landi, og tey hava rætt at gera júst sum teimum lystir, og sum tey meta vera best, so leingi tað er lógligt, sjálvandi. Og tey skulu hava loyvi at hava sína hugsan um tingini. Halda tey tað vera frægast at vera verandi uttanfyri listasavnið, so mugu tey gjarna tað fyri mær. Eg fari líka so lítið at leggja eftir teimum, sum eg fari at leggja eftir fólki, við ávísum politiskum ella religiøsum meiningum, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hann vónar tó, at tey, sum herfyri tóku seg úr Listafelagnum, ikki fara at boykotta Listaskálan, hóast tey ikki eru heilt samd við stýrið.
? Listaskálin er eitt deiligt hús, og eg vóni veruliga at eisini tey fara at gera sær dælt av honum. Listaskálin er jú bert ein av karmunum, og húsið hevur so onga skuld í stríðnum, sum hevur tikið seg upp. Vónandi kunnu vit standa sterk um hann, hóast ósemjur eru á øðrum økjum, heldur nýggi formaðurin.
Fríggjadagin tekur Jógvan Páll Lassen við starvinum, og tað fyrsta hann fer at gera verður at kanna hvussu landið liggur.
? Eg fari at kanna status quo, altso hvussu støðan er beint nú. Og so taki eg komandi avgerðir harfrá, staðfestir Jógvan Páll at enda.
Einki tíðarskeið er sett á formanssessin í stýrinum fyri Listasavnið, og Jógvan Páll Lassen verður tí sitandi sum formaður, inntil hann verður koyrdur frá ella velur at siga seg úr sessinum aftur.


Myndatekstur: Fríggjadagin tekur Jógvan Páll Lassen við formanssessinum í stýrinum fyri Listasavn Føroya. At hann ikki er listarliga lærdur sær hann í hesum førinum bert sum ein fyrimun.
savnsmynd