Kristi Himmalferðardag 9. mai 2013, andaðist Jógvan Róin, fyrrverandi yvirlækni 85 ára gamal. Jógvan var ættaður úr Fuglafirði. Hann fór niður at lesa til lækna, og gjørdist síðan serlækni við sergrein í maga- og tarmsjúkum.
Í lestrartíðini møtti hann Lill, sum gjørdist kona hansara. Saman fingu tey børnini Bjørg, Ásu, Frans, Ruth og Andras. Tey búðu stutt her heima í Føroyum og so aftur í Danmark, men valdu so endaliga at flyta til Føroyar í 70'unum og settu síðan búgv í Mannbrekku uppi í Hoyvík. Her fingu tey øll nøkur góð og lukkulig ár saman.
Tíðanverri vildi lagnan tað soleiðis, at Lill bráddliga doyði í 1986 og Jógvan bleiv einkjumaður, hann var bara 59 ára gamal, so sorgin var sera stór og tung hjá teimum øllum.
Lívið er eittans, og lívið gongur víðari. Umleið eitt ár eftir, at Jógvan hevði mist konu sína, bleiv mamma okkara, Malvina á Dunga, einkja eftir pápa okkara Niclas á Dunga.
Tvey ár eftir tað, blivu tey bæði Jógvan og mamma væl. Ja! Okur eru meira enn væl, sum mamma so fitt plagdi at siga. Í 1989 fluttu tey bæði saman.
Í fleiri ár høvdu hesi bæði pør kent hvørt annað. Babba plagdi at hjálpa Jógvani við sjálvuppgávuni, og so møttust tey til ein betri bita av og á hjá hvørjum øðrum. Jógvan var eisini lækni hjá babba, sum var sjúkur av liðagigt.
Tá ið trøðin á Dunga bleiv útstykkjað fyrst í 80-inum, bað Jógvan babba um eitt grundstykki. Og tað var einki annað enn ein sjálvfylgja, at so skuldi tað vera. Soleiðis hava vit kent familjuna Róin í nógv ár.
Tey bæði, Jógvan og mamma, ferðaust fleiri ferðir um árið, bæði í arbeiðsørindum og privat. Vóru á læknakongress í Onglandi, Íslandi, Norra, Finlandi og í Australia, har tey vóru uppi á sjálvum Ayers Rock. Mangar vóru ferðinar til norður Norra, tí Jógvan starvaðist sum lækni har. Hann átti eisini eini fitt lítil summarhús í Horne Sommerland á Fyn, sum kallast Smáttan, og har vóru tey eisini nakrar vikur hvørt summar.
Mamma var ikki ein, ið frammanundan hevði ferðast nógv. Hon hvørki vildi, ella var áhugað í at ferðast. Men Jógvan fekk hana snøgt sagt til alt. Serliga minnist eg ta einu ferðina, tá ið verkfall var vesturi á flogvøllinum, og einki flogfar fleyg til Danmarkar tann dagin. Onkur var komin til Føroyar í einum leiguflogfari, og Jógvan gjørdi ikki matari enn at leiga tað niðuraftur. Og eisini her, fekk hann mammu við. Í heilar fýra tímar, sat hon í lítla flogfarinum saman við Jógvani, og einum øðrum pari. Eg var tá búsitandi í Helsingør, og bilsin bleiv eg at síggja tey bæði á miðjari nátt standa og pikka upp á dyrnar. Tað var nokk fólbóltsdysturin í Landskrona, sum trekti.
Jógvan var við til at seta á stovn Diabetisfelag Føroya. Tá hann tosaði við okkum um sukursjúku, tosaði hann við stórum bókstavum um sunnan kost og rørslu. At hann brendi fyri hesum arbeiði var tað eingin ivi í:
Citat úr einum fyrilestri hjá honum: Tá eg sum lækni havi viðgjørt diabetessjúklingar, sum eru innlagdir í “coma diabeticum”, havi eg mangan hugsað: Hevði tú ikki insulinið, hvat skuldi tú so gjørt? Eg hevði staðið hjálparleysur, hóast eg kundi givið vætu í æðrarnar og rættað sýrueitranina, so varð hetta ikki nóg mikið til at bjarga lívinum.
Hetta hevur ikki verið nøkur løtt uppgáva, og hansara partur lá ikki eftir. Hann var tann fyrsti til at seta diabetesviðgerðina í eina skipan, og setti á stovn Diabetesambulatotiið á Landssjúkrahúsinum. Hetta gjørdi, at sjúklingar við diabetes 1 fingu viðgerð á sama stað, og tað hevði alstóran týdning fyri diabetes í Føroyum. Í 2005 tók Jógvan seg úr nevndini í Diabetesfelagnum.
Jógvan var ein familjukærur maður. Hann var sera glaður fyri sína familju, og so ómetaliga stoltur av sínum børnum og svigarbørnum. Hann gleddist so, tá ið tað gekst teimum væl, eins og tað sást væl á honum, tá ið tað gekk teimum minni væl.
Hann var stillur av náttúru, vitandi og hjálpsamur sum fáur.
Jógvan var áhugaður í øllum, sum rørdist rundan um seg. Hann gekk upp í urtagarðin við lív og sál. Her velti hann eplir, setti niður grønmeti og rabarbur, og sáðaði út øll sløg av blómum. Serliga vóru tað morgunfrúurnar, sum vit øll, ár eftir ár, fingu gleði av, tá ið várblómurnar vóru følnaðar.
Áhugin til sjógvin var eisini stórur. Hann átti bát og onkur vildi verða við, at hann sum ungur ætlaði sær at blíva sjómaður, og tað hevði hann sikkurt eisini egnað seg væl til. Altíð var hann klárur at fara við teimum, Fróða ella Karl Johan, út á fjørðin at fiska, ella eftir nátungum.Teir knýttu verlig vinarbond, skiltu hvønn annan og livdu mitt í verðini.
Jógvan sparkaði eisini motiónfótbólt. Teir sum sparkaðu saman við honum, plagdi at siga, at tá gloymdi hann heilt hvussu gamal hann var, helt seg verða tjúgu, og gavst ikki at renna fyrr enn hann lá sum keylan. Hesin fryntligi maðurin livdi lívið, meðan hann hevði tað, og var fyri mong ein sonn fyrimynd.
Tað var fast, at vit nærum hvønn leygardag fóru niðan í Mannbrekku at vitja mammu og Jógvan. Hon helt hús, meðan hann rokaðist úti í urtagarðinum. Heimligt við kaffi og kaku, og eitt hugnaligt prát, og altíð góður í ráðum. Hálvt talað orð um at børnini ella vit vóru sjúk, so stóð hann í hurðini við stetoskopinum í hondini.
Hesu bæði gomlu ríkaðu okkum og okkara børn, løtur sum bert kunnu upplivast.
Tankarnir fara aftur til 1. jóladag. Á hvørjum árið møttust familjurnar frá báðum síðum í Mannbrekku til jólaborðhald og at dansa um jólatræið. Dannebrog fløgg, og føroyska merkið prýddu træið. Fastur táttur var at syngja “Så går vi rundt om en Enebærbusk” hann tók als ongan enda, tí øll skuldu hava Whvør sítt ørindi.
Tey bæði dugdu so væl at hugna sær saman og at fáa okkum børn, svigarbørn við ommu- og abbabørnum at føla okkum væl.
Aftaná, at Jógvan fór frá sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, helt hann tó áfram við at virka sum lækni. Eitt tíðarskeið var hann í Norra, eftir hetta var hann í Klaksvík, og síðan avloysti hann á Hvíldarheiminum í Havn. Hetta var ein góð tíð fyri hann, og vit sóðu hvussu hann neyt at hava tíð til sjúklingarnar. Hann fekk nógvar gávur, blómutyssir og annað gott sendandi frá nøgdum sjúklingum, eins og heilsaninar um jólini vóru nógvar í tali.
Hann setti stóran prís á, og var so sera takksamur fyri allar tær heilsanir hann fekk. Tær lógu allar frammi á hansara skrivaraborði til okkum at lesa, og tey sum høvdu tørv á tí, kundu brúka hansara eyðkenda lesiglas at lesa við.
Hesin maður gav okkum øllum so nógv, uttan at biðja um nakað afturfyri.
Umstøður gjørdi at mamma og Jógvan ikki búðu saman tey seinastu árini. Hann seldi húsini í Mannbrekku, og keypti sær eini lítil fitt hús á Dungagøtu. Tey bæði vitjaðu hvørt annað, ferðaðust saman, eins og tey fóru saman til nærum øll familjutiltøk.
Til tykkum sum eftir sita, systkin, børn, svigarbørn, abba- og langabbabørn við familju, senda vit okkara djúpastu samkenslu við ynski um, at Guð má styrkja tykkum øll í stóru sorg tykkara.
Somu heilsan senda vit tær góða mamma. Vit vita hvussu stóran týdning Jógvan hevði fyri teg.
Við hesum fáu orðum takka vit tær góði Jógvan, fyri at tú ríkaði okkara lív, og fyri alt tað, ið tú gav okkum og okkara børnum, sum altíð hava kent teg sum sín abba.
Tú er høgt elskaður og nógv saknaður. Hvíl í friði góði abbi.
------
Bryndis, Fróði, Barbara og Rannvá