Jákup Símun Simonsen, býráðslimur og havnanevndarformaður
-----------
Tað er ikki sørt av ábreiðslum Jógvan Skorðheim virkandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu kemur við, ímóti høvuðsstaði Føroya og Tórshavnar kommunu í grein í Norðlýsinum.
Útjavning
Tá talan er um útjavning, so situr ein bólkur í landsstýrinum við eini ætlan, sum gera at einar 50. til 60. milliónir skulu gjaldast út úr Tórshavnar kommunu til restina av landinum. Tað partvísa innlit eg havi fingið í hettar uppskot er, at endamálið í sær sjálvum er at fáa fatur í peningi til at javna til kommunur, ið hava tikið ov rívan til, og sostatt kunnu yvirliva politiskt ístaðin fyri at verða settar undir umsiting av Fíggjarmálaráðnum. Útrokningargrundarlagið tyksit ógvuliga ivasamt, og hevur nógvar slagsíður.
Tað er nú einaferð soleiðis, at Tórshavnar kommuna er lokomotivið í Føroyum. Uttan at taka nakra frá nøkrum, so ynskja fólk at flyta til høvuðsstaðarkomununa, og tær kanningar, sum eru gjørdar ímillum útisetar har teir verða spurdir hvar teir vilja búgva, tá teir flyta heimaftur, so er greitt svar ímillum so at siga øll, at tey ynskja at búseta seg í høvuðsstaðnum.
Eg taki eisini fult undir við teimum sjónarmiðum, sum Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavanr kommunu hevur ført fram seinastu tíðina.
Framleiðsla og fiskivinna
Tað er at fegnast um, at ogn Føroya fólks – fiskivinnan og tær avleiddu vinnur av hesum - er býttar so javnt runt út um landið, sum skapar virksemi og framburð Føroyum at frama. Har er Klaksvík ímillum teirra. Jógvan nevnir eina røð av fiskvirkjum runt landið, men gloymir tó at nevna Fiskavirking í Havn – fyrrverandi Bacalo – ið var tað fyrsta flakavirkið í landinum.
Tórshavnar Havn
Jógvan Skorðheim fær tað at ljóða, sum at Havnin fer avstað við øllum inntøkunum fyri fisk, sum verður virkaður runt um landið.
Til hettar er at siga, at í fyrsta lagi verður fiskur landaður til landingarstøðir og virkir runt landið. Tann havnin har fiskurin verður landaður tekur vanliga eitt vørugjald.
Tá fiskurin er virkaður, verður ein stórur partur fluttur í bingjum av landinum, um Tórshavnar havn. Tað verður tó ikki allur fiskurin avskipaður við bingjum um havnina í Havn, ein partur verur fluttur um havnina á Toftum.
Tórshavnar havn hevur gjørt stórar íløgur fyri at kunna taka móti bingjum, og er tað tí rímulig at havnin fær eitt vørugjald, tá fiskurin verður avskipaður, eins væl og tann havnin har fiskurin verður landaður fær eitt vørugjald.
Stýrisskipanin hjá Tórshavnar havn sigur, at yvirskotið av virkseminum skal brúkast aftur til íløgur vinnulívinum at frama, soleiðis at Tórshavnar havn altíð er klár at ganga framtíðini á møti. Hettar ikki minst neyðugt, nú skipini verða alt størri og størri. Hettar hava fyrrverandi havnanevndir við góðari leiðslu og manning hjá Tórshavnar havn sæð, sum eitt alneyðugt aðalmál fyri at bjóða framtíðini av fyri eitt oyggjasamfelag mitt í norðurhøvum – øllum Føroyum at frama.
Fari hervið at bjóða Jógvani ein túr suður á havnaskrivstovuna har vit saman við leiðsluni kunnu gjøgnumganga virksemi og viðurskiftini annars, soleiðis at Jógvan er betur førur fyri at greiða síni sjónarmið í rætta samanhanginum.