Jógvan í íslendska Grand Prixnum

Jógvan Hansen fer aftur í ár at royna seg í íslendska Tónleika Grand Prixnum, og hesaferð ætlar hann sær at vinna. Í fjør endaði Jógvan Hansen sum nummar 2 í íslendsku kappingini ? fáar atkvøður vóru millum hann og vinnaran ? og í ár ætlar hann sær at gera tað enn betri.

 

Jógvan Hansen hevur sjálvur verið við til at skriva sangin, sum hann luttekur við hesaferð. Í ár framførir hann saman við íslendska Vignir Snær Vigfússon, og sangurin er meira lívligur, enn sangurin í fjør var.

 

- Vit fara eftir sigrinum í kappingini. Eg haldi, at vit hava ein góðan sang, so tað skuldi verið ein møguleiki fyri, at vit kundu vunnið, sigur Jógvan Hansen.

 

 

Tríggjar innleiðandi kappingar eru í íslendska Grand Prixnum. Fimm sangir eru við í hvørjari kapping, og tveir sangir frá hvørjum umfari koma víðari til finaluna. Jógvan Hansen skal luttaka í seinasta innleiðandi umfarinum, sum verður tann 29. januar. Finalan verður 12. februar.