Løgmaður hevur góðtikið umberingina frá Jógvani við Keldu, eftir at landsstýrismaðurin í Degi og Viku fríggjakvøldið segði seg undrast á, hví hjúnini Rapa yvirhøvur vóru sloppin inn á læraraskúlan.
Løgmaður segði við Dag og Viku mánakvøldið, at tað er nú einaferð soleiðis, at øll kunnu vera mismælt, og øll kunnu gera ein feil.
- Er tað so, at man fer framaftur og tekur tað í seg aftur ella biður um eina umbering fyri tað, sum mann hevur gjørt, so haldi eg, at man eigur at virða tað, sigur løgmaður Jóannes Eidesgaard og formaður í Javnaðarflokkinum, sum harvið hevur avgreitt málið viðvíkjandi viðmerkingunum hjá Jógvani við Keldu um Rapa-hjúnini.
Eisini í Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum er málið avgreitt. Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum segði við Dag og Viku mánakvøldið, at viðmerkingarnar hjá Jógvani við Keldu um Rapa-hjúnini ikki fáa nakrar avleiðingar innanfloks, eftir at landsstýrismaðurin hevur biðið um umbering.
Sambandsformaðurin Kaj Leo Johannesen sigur somuleiðis, at Sambandsflokkurin hevur góðtikið umberingina hjá Jógvani við Keldu og harvið avgreitt málið.
Tískil hava allir oddafiskarnir í samgonguni góðtikið umberingina og avgreitt málið viðvíkjandi Jógvani við Keldu.
Hann eigur at fara frá
Men hjá øðrum er hetta málið ikki avgreitt. Johan Dahl er tingmaður hjá Sambandsflokkinum og harvið partur av parlamentariska grundarlagnum hjá løgmanni og Jógvani við Keldu og øðrum í Føroya Landsstýri. Johan Dahl var landsstýrismaður fyri hálvum øðrum ári síðani, men hann helt ikki leingi í landsstýrinum hjá Jóannesi Eidesgaard, tí aftaná tríggjar vikur var hann farin frá.
- Eg bleiv frákoyrdur fyri onki. Eg ivaðist ikki í, at Jógvan við Keldu fór at verða koyrdur úr sessinum aftaná viðmerkingarnar í Degi og Viku fríggjakvøldið. Hatta er ov veikt at bara góðtaka umberingina, sigur Johan Dahl, tingmaður og frákoyrdur landsstýrismaður.
- Løgmaður er opinbart øgiliga lættur í sínari viging. Landsstýrismenn verða eftir øllum at døma viðgjørdir ymiskt, sigur Johan Dahl.
Tingmaðurin sigur, at um ein landsstýrismaður hevur flokkin aftanfyri seg, so gongur alt.
- Jógvan við Keldu sleppur at gera slíkar bummarar bæði tvær og tríggjar ferðir og helst fleiri ferðir afturat, uttan at tað fær nakrar sum helst avleiðingar. Tað er ov veikt. Ein danskur ministari hevði púra vist farið frá fyri slíkar viðmerkingar sum tær hjá Jógvani við Keldu, sigur Johan Dahl, tingmaður.
--
Myndatekstur: - Jógvan við Keldu sleppur at gera slíkar bummarar bæði tvær og tríggjar ferðir og helst fleiri ferðir afturat, uttan at tað fær nakrar sum helst avleiðingar. Tað er ov veikt, sigur Johan Dahl, tingmaður og frákoyrdur landsstýrismaður
Mynd: Jens Kr. Vang
--
Citatir í boksir (2):
?Løgmaður er opinbart øgiliga lættur í sínari viging. Landsstýrismenn verða eftir øllum at døma viðgjørdir ymiskt? ? Johan Dahl
?Ein danskur ministari hevði púra vist farið frá fyri slíkar viðmerkingar sum tær hjá Jógvani við Keldu? ? Johan Dahl