Jóhan av Reyni er maritimur leiðari

Hann kemur í fyrsta lagi at taka farloyvi úr skiparastarvinum hetta árið út, meðan hann røkir starvið sum maritimur leiðari.

Smyril Line hevur sett Jóhan av Reyni í starv sum nýggjur maritimur leiðari hjá felagnum, har hann kemur at taka sær av øllum skipunum hjá felagnum.

 

Jóhan av Reyni hevur verið í starvi hjá Smyril Line síðani 2005. Hann hevur verið umborð á Norrønu, har hann byrjaði sum stýrimaður og endaði sum yvirstýrimaður.

 

Seinnu árini hevur hann verið skipari á Eystnesi og seinast við Mykinesi.

 

Jóhan av Reyni kemur í fyrstu atløgu at taka farloyvi úr skiparastarvinum hetta árið út, meðan hann røkir starvið sum maritimur leiðari hjá felagnum.

 

Pauli Steinberg, ið hevur avloyst sum skipari nakrar túrar, tekur við sum fastur skipari hjá Smyril Line restina av hesum árinum.