Tú sást hann allar staðir við sínum blíða og fryntliga smíli. Nøkur vinarlig orð.
Um tað var í Vesturkirkjuni, upptøkur til Sjónvarpið kring landið ella umborð á onkrum skipi, ja, so var hann har.
Altíð hin sami við tí góða orðinum.
Kom seinni at kenna hendan mann persónliga. Vit komu at starvast saman í Vesturkirkjuni fyri umleið 10 árum síðani, har hann hevði verið við frá byrjan í 1975, sum klokkari og seinni eisini í kirkjuráðnum.
Ein sera stór persónligheit. Skemtingarsamur. Hollur í ráðum. Hevði altíð stundir til eitt prát. Altíð klárur at hjálpa.
Um trupulleikar stungu seg upp, hevði hann serlig evni at loysa hesar á ein skjótan og einfaldan hátt.
Tú fekst ta fatan, at hansara ídni og evni eingi mørk høvdu.
Tað, ið lá Jóhan fremst á sinni, var at skapa møguleikar fyri, at gleðiboðskapurin um Jesus Kristus fekk bestu kor at verða boðaður. Tók hond í, har á stóð. Spardi seg ongantíð.
Var við at seta á stovn tær kristiligu sendingarnar í Sjónvarpinum í 1979, og hevur havt ábyrgdina av teimum síðan.
Eisini her brúkti hann síni frálíku evni at samskifta við fólk. Gjørdi avtalur við allar kristnar samkomur í Føroyum um upptøkur av andaktum og møtum.
Jóhan hevði sítt egna virki, »Gummibátatænastan«, sum hann við hegni og nærlagni evnaði at menna til eina holla og avhildna fyritøku, ið hevði stóra ábyrgd.
Minnist, at tá eg einaferð spurdi, hvussu hann kundi klára alt hetta, var svarið, at hevði hann ikki sína familju, konu og børn, aftan fyri seg, lat hetta seg ikki gera.
Eg vil við hesum siga takk fyri tað góða samstarv, vit fingu saman, og biða Jesus verða hjá tykkum: Jóhanna, Alexander, Jan og Anja.
Signar