Jóhan Martin við á listaframsýning

Leygardagin 12. juli letur listaframsýningin “NEW” upp í Ahlgade 18 í Holbæk.

Tey sum sýna fram eru øll næmingar frá listaháskúlanum í Holbæk.

Framsýningin hevur verið í Silkeborg, har hon fekk góð ummæli, m.a. á

heimasíduni www.aarhus.nu.


Ein av framsýnarunum er Jóhan Martin Christiansen úr Havn, sum eisini gongur á listaháskúlanum í Holbæk. Hann hevur fyrr verið við á fleiri framsýningum í Føroyum og Danmark, bæði saman við øðrum við sjálvstøðugum framsýningum.


Framsýningin verður frá 12. til 27. juli. Opið er gerandisdagar frá kl. 12-17, og í vikuskitfunum frá kl. 11-14.