Jóhanna fekk landsins størsta gávustyrk

Í dag fekk Jóhanna Reginsdóttir av Steinum 60.000 krónur í gávugóðsi úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Jóhanna hevur fingist við ull og binding, síðani hon var smágenta og hevur seinastu árini nomið sær útbúgving innan sniðgeving í London

LEGAT
 
Í morgun varð landsins størsti gávustyrkur, Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, latið tí 25 ára gomlu listakvinnuni Jóhonnu Reginsdóttur av Steinum. Jóhanna er sniðgevi og nemur  sær útbúgving á Central Saint Martins College of Art and Design.
Í nevndini fyri grunnin sita rektarin á Fróðskaparsetrinum, Jóan Pauli Joensen, sum er formaður, formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, og forkvinnan í LISA, Jenny C. Petersen.
Av tí at tað barst formanninum frá at vera til staðar til sjálva handanina, las setursskrivarin, Annika Sølvará, heiðursrøðu, sum formaðurin hevði skrivað.
Í røðuni varð m.a. sagt, at Jóhanna Reginsdóttir av Steinum er ríkt gávað við skapandi evnum bæði til hendurs og hugflog. Frá heilt ungum árum hevur hon havt áhuga í og fingist við ull, binding og at sniðgeva pløgg.
Við studentsprógvi úr Hoydølum og góðum ummæli av verkætlan um ull, binding og sniðgeving á lista/evnisbreytini, var leiðin løgd til mótamekkaið London. Har valdi hon at útbúgva seg innan sniðgeving í binding, fyrst á á <st1:place w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$<st1:City w:st=&quot;on&quot;$?$end$!$London</st1:City$?$end$!$</st1:place$?$end$!$ College of Fashion og síðani á Saint Martins College of Art and Design, har hon er nú. <BR>Jóhanna er ein dugnaligur handverkari og ein evnaríkur sniðgevi. Hon er nýskapandi og original í sínum úttrykki. Við rótfesti í føroysku mentanini innan binding og ullararbeiði megnar hon á listarligan hátt at sambinda tað siðbundna við tað modernaða og úr hesum skapa nakað nýtt og sermerkt.
Hon arbeiðir á einum dynamiskum øki, sum liggur á markinum millum list og handverk. Tað er fyri at Jóhanna skal fáa umstøður at menna seg hesum listarliga øki, at Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum letur henni hesa gávu.
 
Møguliga aftur hendanvegin
 
 
Í røðuni varð eisini nevnt, at nógv verður tosað um at menna tað føroyska samfelagið, og at tey, sum í dag í nógvum førum vinna mestan pening til sítt land, eru tey, sum duga at skapa, tað veri seg við orðum, tónleiki, litum ella tekstilum og ull.
Sjálv sigur Jóhanna ikki vísa aftur, at hon ætlar sær at koma aftur hendanvegin eftir lokna útbúgving. Í september í fjør tók hon lut á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í sambandi við tiltakið Gluggaglæma, har hon á ein sera livandi hátt hugleiddi og greiddi frá um mótasniðgeving í binding.
Hetta er sættu ferð, at gávugóðs verður handað úr grunninum síðani 2001, og hava ung listafólk innan fleiri listagreinir fingið styrk haðani. Summi ár hava fleiri fingið styrk, men í ár var tað bert ein, og fall valið á ein sniðgeva.
Thorvald Poulsen var annars garðyrkismaður í Havn. Hann stovnaði gávugrunnin, tí hann vildi geva ungum við listaligum gávum møguleika at menna seg, tó uttan at greina út í æsir og áseta treytir, hvussu hetta skuldi fara fram. Thorvald var føddur í 1912, og hevði verið 94 ár í dag.
 
 
 
 
 
 
MYNDATEKSTUR:
- Jóhanna er ein dugnaligur handverkari og ein evnaríkur sniðgevi. Hon er nýskapandi og original í sínum úttrykki. Við rótfesti í føroysku mentanini innan binding og ullararbeiði megnar hon á listarligan hátt at sambinda tað siðbundna við tað modernaða og úr hesum skapa nakað nýtt og sermerkt, varð m.a. sagt í grundgevingini
Mynd: Álvur Haraldsen