Jóhannes Eli Iversen til minnis

deyður 22. december 2006

Lítið vardi tað okkum, sum vóru við bindiklubbanum í Suðuroynni síðst í mai 2006, at hetta var síðsti túrurin,vit høvdu saman við Jóhannes Eli. Sjálvt um hann hevði krím, so vildi hann so fegin koma við.
 
Jóhannes Eli dámdi sera væl at ganga úti í náttúruni. Nógvar ógloymandi túrar hava vit havt saman, og sum oftast var tað hann, ið legði til at fara. Nú er hann farin undan okkum sín síðsta túr - inn í ævinleikan.
 
Tað er helst ikki vanligt, at menn eru í bindiklubbi, og soleiðis er heldur ikki her. Fyri nøkrum árum síðani kom onkur við tí hugskoti, at menninir kundu spæla sjavs, meðan konurnar bundu, og tóku fleiri undir við tí og eru sera glaðir fyri hetta tiltak. Nú er sessurin hjá Jóhannes Eli tómur, og saknurin er stórur, men minnini eru góð.
 
Tað kom óvart á okkum at frætta, at Jóhannes Eli var vorðin álvarsliga sjúkur á bátaferðini í Noregi, og fylgt varð væl við, hvussu gekst, meðan hann var á sjúkrahúsi í Noregi og Danmark, men stórt var vónbrotið, tá tað frættist, at einki var at gera meira.
 
Hegnismaður, sum Johannes Eli var, keypti hann sær bátaskrokk úr Noregi og bygdi bátin Antares, sum er gjørdur av einslistum. Dreymurin um egnan bát gekk út, og stór var frøin, tá Antares varð sjósettur á sumri 2005. Hann gleddist um bátin og hevði ætlanir um at sigla runt oyggjarnar.
Tá ið standmyndin av Sigmundi Brestissyni varð avdúkað í Skúvoy, sigldi Jóhannes Eli, sum hevði røtur har, saman við bróður sínum við egnum báti at luttaka í hátíðarhaldinum.
 
Góðu Asta, Bent Levi og Elsebeth. Tit hava mist ein góðan mann og pápa. Harrin troysti og styrki tykkum í sorgini og sakninum. Asta, góða, tú vart manni tínum ein góður stuðul og vart um hann alla tíðina, hann var sjúkur, og fekk góða hjálp frá familjuni.
 
Góði Jóhannes Eli. Takk fyri alt, vit hava havt saman. Altíð vart tú blíður og fyrikomandi, góður í ráðum, trúgvur at vitja og fúsur at hjálpa, har ið á stóð. 
 
Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnið um okkara góða vin Jóhannes Eli Iversen.
 
                                                                                       
 
Bindiklubburin