Jóhannes Tauser farin

Gjørdist elsti føroyingur

Í gjár frættist, at Jóhannes Tauser, ættaður av Eiði, búsitandi í Helsingør var deyður leygardagin, 105 ára gamal. Hann var føddur 23. februar 1902, so tað restaði bert ein góður mánaði hjá honum at gerast 106 ár.

Vit vita bert um ein annan føroying, sum er blivin 105 ár. Hetta var Frederikka Sigvardsen, Drikka á Fløtti, frá Gjógv, sum var fødd 2. juli 1875, og sum doyði 23. november 1980. Johannes gjørdist tískil um eitt hálvt ár eldri enn Drikka.

Sum vit hava umrøtt í hesum teigi, doyði sonur Drikku, Karl Jakku Sigvardsen herfyri knappliga 103 ára gamal, so sigast kann, at tey eldast væl í ættini.

Elsti føroyingur í dag er Margretha Egholm, sum býr á Lágargarði. Hon verður 105 ár 28. mai komandi. Teir elstu føroyingar, sum vit annars vita um, eru Jógvan Hansen úr Vestmanna og Anna Askham úr Havn, sum bæði gjørdust 104 ára gomul.

Eldri kirkjubøkur siga tó frá eldri fólkum, men her verður hildið, at talan hevur talan verið um skrivifeilir.


Góður fiskimaður


Jóhannes var næstelstur av átta systkjum, fimm systrar og tríggir brøður. Foreldrini vóru Maria, f. Olsen, úr Sørvági, og Jákup Poulsen av Eiði. Frá smádreingi av hevði Jóhannes hug til sjógvin og til fiskiskap, og fór hann tí ungur til skips. Hann sigldi til dømis við Galway, Lítlu Emmu og Slatrinum. Honum dámdi væl at sigla, og var hann ein heppin fiskimaður, og tað lá væl fyri at fiska.

Sum 19 ára gamal var hann við einum suðuroyarskipi. Tá hitti hann fyrru konu sína, Alexandru, sum tænti á Tvøroyri. Alexandra var ættað av Skála, men hon vaks upp hjá fosturforeldrum sínum í Havn. Tey vóru Jóhanna, ættað úr Hovi, og Óla Tauser úr Havn. Mamma Óla var úr Havn, meðan pápin var týskari. Harav eftirnavnið Tauser. Alexandra og Jóhannes giftust, búsettust í Havn og fingu sær eftirnavnið Tauser. Tey fingu tríggjar synir: Jóhan, Jákup Martin og Gunnar. Alexandra doyði í 1942. Sonurin Jóhan býr á Norðasta Horni í Havn, Jákup Martin sigldi úti og búsettist seinni í Danmark, og Gunnar búsettist í Vági. Jákup Martin og Gunnar eru báðir deyðir. Seinni giftist Jóhannes upp aftur við Elin, f. Nielsen, úr Heiðunum. Tey bæði fingu Aspu í 1948 og Jenny í 1953.


Fyrst í fimmtiárunum vóru ringar tíðir í Føroyum. Torført var eisini at fáa kjans, so í 1954 keypti Jóhannes sær egnan bát og róði út í fýra ár, og tað bar væl til hjá honum. Hesa tíðina seldi hann nógvan fisk í Vágsbotni. Umframt at rógva út lossaði hann eisini á kajuni. Men í 1959 avgjørdu hann og konan, Elin, at flyta til Danmarkar saman við døtrunum Aspu og Jenny. Tey búsettust í Helsingør. Hóast Johannes hevði siglt alt sítt lív, slepti hann heilt sjólívinum og fekk sær arbeiði á gummiverksmiðjuni Tretorn í Helsingør, og seinni arbeiddi hann á skipasmiðjuni har. Hann fór frá við eftirløn sum 67 ára gamal. Men hann settist ikki hendur í favn. Hann hevði ein kolonihava, sum hann gjørdi til ein vakran urtagarð. Hann var so dugnaligur, at hann fekk fleiri heiðurslønir fyri sín fram úr vakra urtagarð. Hann hevði hendan kolonihavan, heilt til hann var 84 ára gamal. Hann byrjaði av nýggjum, tá eldra dótturin fekk sær urtagarð. Hann var tá 95 ára gamal og arbeiddi við hesum urtagarðinum, líka til hann varð 98 ár. Johannes hevur altíð verið ein arbeiðssamur maður. Hann hevði av náttúru eitt sera gott sinnalag, var róligur og arbeiddi málrættað. Fyri at halda seg sjálvan í gongd bakaði hann síni egnu breyð, umframt at hann eisini gjørdi knettir og rippaði húkar.

Sum 34 ára gamal kom Johannes til persónliga trúgv, og hevur hann verið virkin í Frelsunarherinum, bæði í Havn og í Helsingør. Har hava hann og Elin víst stórt trúfesti, og var Jóhannes í mong ár fastur harmonikuspælari. Elin andaðist 4. oktober 1998, 89 ára gomul. Báðar døturnar búgva í Helsingør, og tær hava verið nógv um pápan.

Tá Jóhannes fyri knøppum ári síðani fylti 105 ár, helt hann føðingardag heima hjá sær sjálvum.


Millum gestirnar vóru sum umboð fyri Eiðis kommunu Tordur Niclasen og Jógvan K. Mørkøre. Hendan dagin varð borðreitt við øllum góðum, har ímillum franskbreyði og knettum, sum hin 105 ára gamli sjálvur hevði knoðað. Hin gamli sat hugagóður í seingini og át turran fisk. Uttan brillur sá hann á skræðuni, at hetta var hýsa!

Tað er óneyðugt at siga, hvussu nógv samfelagið er broytt í hansara livitíð. Í 1901 vóru 15.230 fólk í Føroyum. Størsti fólkavøksturin síðan 1890 hevði verið í Suðuroy. Hetta var árið, Jóannes Patursson fyrstu ferð varð valdur í fólkatingið.

Hetta bert fyri at geva eina ímynd av, hvussu langa tíð Jóhannes hevur livað.

Men nú er henda gamla kempan farin. Friður veri við minni hansara.


ó.