Jákup Bogi dugdi best at gita

Nú landskappingin í 1. deild er av, er áhugavert at hyggja at, hvussu teir ymsu ítróttartíðindamenninir undan kappingini gittu um, hvussu endaliga støðan fór at vera

Onkur vil kanska halda, at ítróttartíðindamenninir eru teir, ið halda seg vita alt. Men tá tað kemur til at síggja fram í tíðina í føroyskum mansfótbólti, eru evnini ymisk.
Í serblaðnum »Fótbóltur 2002«, sum Sosialurin gav út í vár, áðrenn landskappingin byrjaði, blivu fimm av tíðindamonnunum bidnir um at gita, hvussu kappingin fór at enda. Og - sum vant - var misjavnt, hvussu væl ella illa teir raktu.
Nógv tað frægasta úrslitið átti ítróttarskrivarin á Dimmalætting, Jákup Bogi Joensen, ið hevði meistaraliðið HB og so tey fimm aftastu liðini røtt. Á plássunum frá nummar tvey til fimm fór raðfylgjan hjá honum tó av lagi.
Men yvirhøvur at gita røttu endaplaseringarnar hjá seks av teimum tíggju liðunum er framúr gott, so Jákup Bogi skal hava rós fyri tað. Lagaðu bara nøkur fá ting seg eitt sindur øðrvísi, hevði hann havt alt rætt?

Meira og minni skeivt
Á einum deildum næstfremsta plássi í hesari lítlu »miðlakappingini« komu so útvarpsmaðurin Suni Merkistein og okkara egni Jákup Mørk, ið hvør høvdu fýra lið røtt í endaligu støðuni.
Suni gitti fýra tey niðastu, men fór so skeivur í ovara endanum, meðan Jákup fekk trý tey niðastu røtt og so GÍ á fjórðaplássinum. Suni hevði B36 sum besta meistaraboðið og Jákup satsaði upp á KÍ.
Sjónvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen og ítróttarskrivarin hjá Oyggjatíðindum, Finnur Helmsdal, mugu finna seg í einum deildum aftasta plássi, og báðir høvdu teir trý av teimum tíggju liðunum á røttum stað.
Finnur gitt trý tey niðastu, men hevði síðani einki annað rætt. Eins og Suni trúði hann mest upp á B36 sum meistaralið og HB sum silvurvinnara, men soleiðis endaði tað heila als ikki, tá samanum kom.
Tórður kann hinvegin iðra seg um, at føroyska kappingin ikki bara er seytjan umfør, tí so hevði hann fingið fimm røtt. Hann hevði meistaraliðið HB á rætta plássinum, VB sum nummar sjey og TB sum aftasta liðið, men so satsaði hann uppá, at EB/Streymur fór at halda plássið oman fyri Skála.

Kenna botnin best
Yvirhøvur vísir tað seg, at ítróttartíðindamenninir duga best at gita um, hvør endar aftarlaga, tí fýra av teimum fimm gittu, hvørji lið blivu trý tey niðastu. Tveir høvdu meistaraliðið rætt, men annars var eingin - uttan Jákup Bogi - ordiliga í nánd av at gita, hvussu seks ella sjey tey ovastu fóru at liggja, tá tey átjan landskappingarumførini vóru av.
Eingin hevði heldur roknað út, hvørji lið fóru at finnast millum heiðursmerkjamóttakararnar, men kortini var Jákup Bogi eisini nærmastur har, tí hann gitti HB, KÍ og B36, meðan Finnur Helmsdal gitti B36, HB og NSÍ.
Og fyri at venda aftur til byrjanina, at fleiri kanska vilja halda, at ítróttartíðindamenninir eru teir, ið halda seg vita alt, so hevði tað kanska verið eitt hugskot at fingið almenningin at gitt við næstu ferð.
Tað kundi jú saktans hent, at onkur visti betur enn teir, ið onkur heldur halda seg vita alt?