Jákup Mikkelsen hevur givið avboð til landsdystin ímóti Malta. Vøddaskaðin, sum hann fekk, tá ið ein ikki so long løta var eftir at dystinum ímóti B36 sunnudagin, er so mikið álvarsamur, at hann fer at halda Jákupi burturi frá fótbólti í hvussu so er í einar tvær vikur afturat.
- Eg havi ikki rættuliga verið førur fyri at ganga. Nú havi eg verið hjá fysioterapeuti tvær ferðir, og tað kennist dagamunur á. Í morgun havi eg fingið gingið, og fysioterapeuturin sigur seg rokna við, at tað í vikuskiftinum fer at bera mær til at jogga. Men tað ganga nakrir dagar, áðrenn eg aftur fari at verða førur fyri at venja og spæla fótbólt, segði Jákup Mikkelsen fyrrapartin í gjár.
Í steypakappingini tíðliga í vár varð Jákup plágaður av sama skaða. Tá gekk tað skjótt fyri seg hjá honum at koma fyri seg aftur. Ongantíð frammanundan hevur hann havt hetta slagi av skaða. Í síni tíð í Herfølge og eisini í Molde hevði Jákup okkurt skifti trupulleikar við aðrari mjødnini, men nú er langt síðani, at hetta darvaði.
Verður tú førur fyri at spæla ímóti Sveis og Fraklandi í HM undankappingini?
- Tað vóni eg, men í løtuni hugsi eg fyrst og fremst um at verða klárur aftur, so eg kann hjálpa KÍ. Tað er greitt, at eg verði ikki førur fyri at spæla á Eiði nú sunnudagin, og eg verði neyvan førur fyri at spæla í Gøtu annan sunnudag. Andreas Johannesen hevur staðið seg væl í 2. deild. Hann hevur ikki nógvar royndir í 1. deild. Hann spældi fimm minuttir ímóti FCK, men vit hava álit á honum og vóna, at tað fer at ganga væl hjá honum, sigur Jákup Mikkelsen.
Bárður næstur í røðini
Eftir at Jákup Mikkelsen hevur boðað landsliðsvenjaranum frá, at hann ikki verður førur fyri at spæla ímóti Malta mikudagin, hevur Henrik Larsen gjørt av, at Bárður Johannsen, málverjin hjá HB, skal møta saman við hinum landsliðsspælarunum mánadagin. Saman við honum er Jens Martin Knudsen málverji.
Bárður hevur verið triði málverjin á landsliðnum seinastu árini. Tað mesta av hesum kappingarárinum hevur hann verið skaddur. Nú er hann komin fyri seg aftur. Hann vardi HB málið í steypafinaluni, og hann hevur verið í HB málinum í teimum báðum landskappingardystunum, sum hava verið síðani summarsteðgin. Bjarni Johansen hevur staðið seg ógvuliga væl í VB málinum í ár. Ikki minst ímóti NSÍ var hann rættuliga stinnur. Men venjarin hevur valt at halda fast við sama triðja málverjan, sum seinastu tíðina hevur havt henda kjansin.