Harðastu persónligu revsingina fyri Ndende-málið fær venjarin hjá ÍF, Jákup Mikkelsen. Hann hevur fingið leikbann í tveir dystir og bót á 1.000 krónur. Hann sigur í verjurøðu síni, at hann gjørdi bara tað, sum hann metti var neyðugt, og tá Ndende Adama Gueye kunnu skrásetast á nýggja elektroniska dómaraseðlinum væntaði venjarin at alt var upp á pláss. Í hoyringsskrivinum sigur Jákup Mikkelsen millum annað:
- Fyrst og fremst, vil eg bara boðað frá, at eg havi fingið eina munnliga átalu frá leiðsluni í ÍF, fyri at hava gjørt ímóti teirra boðum, tá eg valdi at seta Ndende á leikaralistan í fyrsta umfarinum. Eg metti tað verða ein neyðug avgerð, at brúka Ndende til dystin ímóti Suðringum, fyri at hava nakran sum helst møguleika fyri, at fáa eina góða byrjan uppá kappingina, sigur Jákup Mikkelsen.
Les eisini: (Ólavur Larsen) Simpulten til grein
Í vikunum upp til dystin verður mett, at tað er sera sannlíkt at øll loyvini hjá Ndende Adama Gueye koma upp á pláss til dystin. Tað er ikki fyrr enn fríggjakvøld undan dystinum, at boðini koma um at loyvini ikki eru komin upp á pláss. Tá hevur Jákup Mikkelsen havt allar tær taktisku venjingarnar og Ndende Adama Gueye er stórur partur av teimum.
- Hetta er tann størsti profilurin á liðnum hjá mær og tískil ein katastrofa. Eg kannaði hvørjar avleiðingar onnur feløg hava havt av slíkum dømum, og í ongum førum vóru ítróttarligar avleiðingar, so eg tók eina avgerð, sum eg metti vera neyðuga. Eg tók Ndende við til Tvøroyri, fekk liðleiðaran at seta hann inn á nýggju dómaraseðils skipanina og tað sá alt út til at vera í ordan greiðir Jákup Mikkelsen frá.
Jákup Mikkelsen endar við at siga, at hann tekur fulla ábyrgd av málinum, sum nú kostar honum 1.000 krónur og leikbann í tveir dagar. ÍF hevur fimm dagar at kæra dómin at teir eru dømdir at tapa dystin ímóti TB/FCS/Royn við 3-0, men leikbannini til venjara, spælara og liðleiðara standa undir øllum umstøðum við. Tann parturin av dóminum kann nevniliga ikki kærast.