Jákup og Bjørk vunnu flaggdagsrenningina

450 fólk gjøgnumførdu flaggdagsrenningina í dag. Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum er væl nøgdur við undirtøkuna, og hann sigur, at tað gekk væl at avvikla kappingina.

 

Endaligu tíðirnar verða tøkar seinni, men hjá kvinnum vóru hesar fremstar :

 

1. Bjørk Herup Olsen (Bragdið)

2. Karina Petersen

3. Sunneva Bjarnastein (Bragdið)

 

Bjørk Herup Olsen setti met á 7,02 km. teininum við tíðini 25:06.

 

Hjá monnunum vóru hesir fremstir :

 

1. Jákup Lamhauge (Bragdið)´

2. Marni Djurhuus (Treystið)

3. Sam Vang (Bragdið)

 

Nevnast kann, at Marni Djurhuus er bert 15 ára gamal.

 

Firmakapping var eisini í samband við flaggdagsrenningina. Tær fremstu fyritøkurnar vóru hesar :

 

1. Tryggingarfelagið

2. Eik

3. SEV