Jákup sjúkur til Glasgow

Óli Johannesen er framvegis ikki á liðnum hjá AGF, sum sunnudagin misti oddasessin í superliguni

Í gjárkvøldið møttust Herfølge spælararnir at fyrireika seg til ferðina til Glasgow. Í dag flýgur Herfølge hópurin, sum í nátt hevur hildið til á einum gistingarhúsi, til Skotlands. Har skulu teir fyrireika seg til seinna Europa Cup dystin, sum verður á Hampden Park í Glasgow í annað kvøld. Fyri tveimum vikum síðani tapti Herfølge 3?0 á heimavølli, og fyritreytirnar eru ikki serliga góðar fyri einum betri úrsliti.

Leygardagin var Herfølge í Brøndby. Stórfelagið í vestara partinum av Keypmannahavn skal longu í kvøld royna seg í Europa Cup. Í Hamburg skulu teir stríðast fyri at taka 2?0 tapið á heimavøllinum innaftur. Leygardagin vunnu teir ikki minni enn 5?0 á Herfølge, og tí er tað ikki undarligt, um sjálvsálitið undan vitjanini í Hamburg hevur fingið eina lítla tonn rætta vegin.

Jákup Mikkelsen sat á beinkinum og sá liðfelagarnar tapa 5?0 í Brøndby. Og tað var einki stuttligt hjá eykamálverjanum, Claus Udengaard, sum var ein av eykamálverjunum í Brøndby, áðrenn hann flutti til Herfølge.

Sambært donsku fjølmiðlunum var Herfølge málverjin ótryggur, og okkurt av bløðunum vil vera við, at málverjin kundi lastast tvey ella trý av málunum.

Jákup Mikkelsen hevur verið plágaður av bruna í hjáholunum ella bihulebetændelse, sum tað verður rópt á donskum. Hann kendi seg ikki heilt raskan leygardagin, men hann var við á Brøndby stadion. John Faxe Jensen avgjørdi kortini, at eykamálverjin skuldi fáa møguleikan, og hjá honum var tað einki serliga stuttligt.

Jákup fekk í vikuskiftinum heilivág at taka, og í Herfølge vónaðu teir í gjár, at hann verður tøkur, tá teir í annaðkvøld í Glasgow skulu spæla ímóti Rangers. Eingin ivi er um samlaða úrslitið, men tað hevur stóran týdning fyri Herfølge at fáa eitt hampuliga gott úrslit.


AGF tapti

Óli Johannesen var mikukvøldið í miðverjuni á landsliðnum móti danska landsliðnum. Men AGF venjarin, Ove Christiansen, heldur seg framvegis ikki hava brúk fyri føroyska veteraninum, sum hevur spælt 45 landsdystir.

Sunnudagin hevði AGF vitjan av AB, sum hóskvøldið skal spæla á Tórsvølli móti B36. AB staðfesti í Århus, at teir hava eitt av liðunum, sum er best fyri í superliguni. Eftir at tað hevði verið málleyst í steðginum, spílaði AB seg út og vann 3?1. Harvið varð AGF trýst av ovasta og aftur á fjórða pláss í superliguni. Saman við AB, sum hevur betri málmun, hevur AGF 9 stig.

Silkeborg vann 2?1 á heimavølli móti OB. Silkeborg er næstfremst við 10 stigum.

Viborg vann 2?1 á heimavølli móti Harderslev. Viborg er nýtt oddalið við 11 stigum. Haderslev er einasta liðið, sum einki stig hevur fingið. Teir eru aftast. Herfølge er næstaftast við trimum stigum.

Lyngby vann 2?1 á heimavølli móti AaB.

Í gjárkvøldið skuldu FC Midtjylland og FCK spæla.

Komandi vikuskifti skal Herfølge spæla á heimavølli móti AGF. Tað verður sunnudagin. Sama dag fær FCK vitjan í Parkini. Gestirnir verða Brøndby. Tað vil við øðrum orðum siga, at talan verður um tað, sum teir tey seinnu árini hava kallað uppgerðina um Keypmannahavn.

jh

Úrslit, danska superligan

Lyngby-Aab2-1

Viborg-Haderslev2-1

Silkeborg-OB2-1

AGF-AB1-3

Brøndby-Herfølge5-0

FC Midtjylland-FCK

(leiktur eftir evstamark mánadagin)


Komandi dystir, 6 umfar

AaB-Viborg

Haderslev-Silkeborg

Herfølge-AGF

OB-FC Midtjylland

FCK-Brøndby

AB-Lyngby01-0Henning Jarnskor

(15)1-01-0(Jónreid Dalheim, 70)

411-01-0Leivur Hansen

55-10-0Poul Henning Jacobsen

(13)12-00-0(Áslakur R. Petersen, 63)

68-10-0Jóan Petur Olsen

711-15-0Magni Jarnskor (liðformaður)

811-21-0Pauli Jarnskor

(14)12-21-0(Hans Pauli Petersen, 63)

911-71-1Súni Olsen

1012-50-0Óli Hansen

1211-42-1Helgi L. Petersen


Venjari: Johan Nielsen


GK: Súni Olsen 58, Jónreid Dalheim 72

Samanumtikið:

Klaksvíkingar megnaðu at vinna tey trý stigini, sum tykjast alneyðug, um KÍ skal gera sær nakrar vónir um europeiskan fótbólt komandi ár. Fyri gøtumenn merkti tapið, at teir allarhelst eru foknir í stríðnum um heiðursmerki.


Frágreiðingar

Dømi 1

111-(-17)0-0Waldemar Nowicki

Waldemar Nowicki (nr.1); 11 dystir 17 mál farin ígjøgnum; 0 gul og 0 reyð kort


Dømi 2

1510-21-0Alex Nielsen

Alex Nielsen (nr. 15); 10 dystir, 2 mál; 1 gult og 0 reyð kort


Dømi 3

54-00-0Kristian Nielsen

(11)3-00-0(Símun Hansen, 88)

Símun Hansen skiftur inn fyri Kristian Nielsen í 88. minutti


GK: Gul kort

RK: Reyð kort


Komandi dystir

1. deild menn, 14. umfar

27.08FS Vágar-SumbaNiklas á Líðarenda

27.08B68-KÍTummas Pauli Olsen

27.08B36-B71Jens Petur Brattalíð

27.08GÍ-NSÍPetur Hansen

27.08VB-HBLassin Isaksen


2. deild menn, 13. umfar

26.08HB-TBRegin Egholm

26.08NSÍ-GÍEiler Rasmussen

26.08ÍF-B36Sune Johansen

26.08KÍ-RoynPetur Hansen

26.08EB/Streymur-LÍFTummas Pauli Olsen


3. deild menn, 12. umfar

27.08FS Vágar-TBSune Johansen

27.08B68-KÍEdvard Højgaard

27.08B36-B71Ransin Djurhuus

27.08ÍF-SkálaHjalti Gleðisheygg

27.08VB-ABZoran Mancic


1. deild kvinnur

27.08NSÍ-VB Rúni Gaardbo

27.08HB-KÍ Tommy O. Joensen


Støðan - 1. deild menn

vunnintaptmál-

dystirv-j-tmálmálmunurstig

1HB139-2-229171229

2B68139-0-432221027

3VB138-3-22518727

4B36138-0-538172124

5NSÍ136-3-432211121

6KÍ136-2-529131620

7GÍ135-2-62626017

8B71132-2-91525-108

9FS Vágar132-2-91535-208

10Sumba132-0-11956-476


Støðan - 2. deild menn

vunnintaptmál-

dystirv-j-tmálmálmunurstig

1EB/Str.128-2-235171826

2TB127-2-33829923

3ÍF125-6-127131421

4B36125-2-52524117

5NSÍ125-2-52121017

6GÍ123-4-51826-813

7HB124-1-72939-1013

8LÍF123-3-61420-612

9KÍ123-3-61627-1112

10Royn122-5-51421-711