Jákup Sverri fingið luft undir veingirnar

1. oktober byrjaði Jákup Sverri Kass í nýggjum starvi sum sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways. Hann fór úr einum líknandi starvi á Smyril Line, so hann hevur skift kjølin út við veingirnar

Hann kom inn á almenna pallin sum eitt skot í 1998, tá Helena Dam á Neystabø í nýggja landsstýrinum fekk sess sum almanna- og heilsumálaráðharri, og harvið fekk Jákup Sverri Kass sæti á tingi sum eykamaður.
Síðani hevur hann slept politisku karrieruni, og hevur í staðin kastað seg inn í branchuna innan ferðavinnu.
Líka síðani 1997 hevur hann starvast á Smyril Line, fyrst sum avloysari í summarferiunum, men síðani 2006 í føstum starvi.
- Fyrst virkaði eg sum sølu- og marknaðarleiðari á heimamarknaðinum, men seinastu tvey árini sum sølu- og marknaðarstjóri yvirorðnað, sigur Jákup Sverri Kass.
Sosialurin hevur sett honum stevnu vesturi á flogvøllinum, sum er hansara nýggja arbeiðspláss.
- Árini á Smyril Line vóru avbjóðandi og spennandi, og eg havi trivist sera væl har, men av persónligum ávum hevði eg hug at royna nakað annað, sigur Jákup Sverri Kass.
Um tað so kann sigast at vera nakað heilt annað at fara frá einum sølu- og marknaðarstarvi á Smyril Line til eitt líknandi á Atlantic Airways er so spurningurin. Men tað heldur Jákup Sverri Kass kortini.
- Her er tað nógv meiri hektiskt, og her hendir meira. Á Smyril Line var tað ein spurningur um at fylla Norrönu við fólki á teimum túrunum, sum hon nú einaferð ger. Her eru munandi fleiri fráferðir, umframt at talan er um leigutúrar inn í millum, so her er neyðugt at hava fleiri bóltar í luftini í senn, sigur Jákup Sverri Kass.

Ikki tilvildarligt
Nýggi sølu- og marknaðarleiðarin dylur ikki fyri, at tað eru serligar orsøkir fyri, at hann tók av tilboðnum um nýtt starv hjá Atlantic Airways.
- Tað er eingin loyna, at Magni Arge hevur gjørt eitt megnar arbeiði at menna felagið, heilt frá tí hann byrjaði í Atlantic Airways. Og tá eg so varð spurdur, um eg hevði hug at koma at arbeiða hjá felagnum, tók eg av, sigur Jákup Sverri Kass.
Hetta hendi alt í fullum forstáilsi við leiðsluna á Smyril Line, og tað er eisini ein eyka undirfundigheit, at Henny á Líknagøtu er farin frá marknaðardeildini á Atlantic Airways á marknaðardeildina hjá Smyril Line at arbeiða.
Og í ein máta hava bæði feløgini eitt til felags: Allir føroyingar hava eina meining um Smyril Line og Atlantic Airways.
Nú Jákup Sverri Kass byrjaði í starvinum sum sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, hevur tað staðið manntómt síðani undanfarni leiðari, Kent Christensen, fór eftir at hava keypt 62°N á vári 2007.
Arbeiðið snýr seg fyrst og fremst marknaðarføring og søla á heimamarknaðinum til pør, støk og handilsfólk, bæði gjøgnum søluskrivstovur hjá Atlantic Airways, men eisini í tøttum samstarvi við ferðaskrivstovur.
- Ein stórur partur er eisini familjuferðir, og har ræður um at syrgja fyri góðum ferðaprísi, góðum sambandi við frítíðardeplarnar og til bilútleigingar fyritøkur, sigur Jákup Sverri Kass.

Velja frá fyri at velja til
Tá tað kemur til marknaðarføring uttanlands er talan um ein heilt annan málbólk. Serliga verður dentur lagdur á frambrot í Íslandi, Noregi, Danmark og Bretlandi.
- Nakað er sjálvandi altíð av handilsfólki, sum ferðast til og úr Føroyum, men annars ræður um at vera málrættaður, og tað er neyðugt at velja nakrar bólkar frá, fyri at velja aðrar til, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann sigur, at tað fyrst er neyðugt at fáa fylt flogførini, áðrenn hugsað verður um at seta avmarkingar um hvussu nógv ferðafólk vit skulu loyva at koma til Føroyar.
- Nú eiga vit at brúka pengarnar upp á at gera okkum sjónlig uttanlands. Ikki fleiri eksternar frágreiðingar. Og nú tá Vinnumálaráðið tosar um at marknaðarføra Føroyar, so eigur hetta at verða gjørt í samráð við Atlantic Airways og Smyril Line. Nýggja Uttanríkisráðið hevur higartil verið ein góður samstarvsfelagið í hesum sambandi. Tað er í teimum báðum feløgunum størsta vitanin er um, hvussu vit fáa sum frægast burtur úr, og tað eiga vit at gera okkum dælt av, heldur enn at brúka nógvan pening upp á útlendskar ráðgevarar, sigu Jákup Sverri Kass.
Feløgini eru í ávísan mun kappingarneytar á heimamarknaðinum, men samstarva um marknaðarføringina av Føroyum uttanlands.
Jákup Sverri Kass hevur tikið útbúgving sína á Handilsháskúlanum í Århus innan enskt og búskap, og undir tí enska var nógv av marknaðarføring. So hann tosar ikki úr tómum heimi.
Hann var liðugur við útbúgvingina í 2006.

Spennandi uppgávur
Sum nevnt er størsti munurin á Smyril Line og Atlantic Airways tann, at hjá tí fyrra er talan um eitt skip, og uppgávan er so at fylla tað.
- Atlantic Airways hevr fleiri flogfør og fleiri destinatiónir, og ein stór dygd er at vera fleksibul. Charter er ein rímiligur partur av arbeiðinum, og til konsertina hjá Charley Pride herfyri uppstóð so ein avbjóðing í at fylla flogfarið niður til Dublin eftir countrysangaranum, og so at flyta fólkið heimaftur, tá Charley Pride fór avstað aftur, sigur Jákup Sverri Kass.
Eisini nevnir hann leigutúrarnar hjá politistunum til jólakeyp í Aberdeen. Tað tiltakið gjørdist so væl umtókt, at teir máttu gera tveir túrar heldur enn tann eina, ið ætlanin var.
- Flogførini hava eina passaliga stødd til hesar leigutúrarnar, og tey eru rættiliga fleksibul. Tað ber til dømis til at taka nøkur setur úr, so tað ber til at laga flogførini til í ein vissan mun, sigur Jákup Sverri Kass.

Víðka um tænastuna
Tað verður í løtuni arbeitt við at betra um tænastuna á fleiri økjum.
- Vit fara at leggja størri dent á taxfree. Tað skal gerast sjónligari og í størri mun eggja fólki til at keypa í Vágum á veg heim ella avstað, sigur Jákup Sverri Kass.
Eisini á øðrum økjum verður arbeitt við at økja tænastuna.
- Vit eru í ferð við at betra um samstarvið við SAS og Cimber Sterling so tað um stutta tíð fer at bera til at bíleggja on-line ferðaseðlar úr Føroyum og síðan via eitt nú Keypmannhavn ella London til allar destinatiónir hjá teimum báðum flogfeløgunum, sigur Jákup Sverri Kass.
Hetta er ein útbygging av longu framkomnu on-line skipanini hjá Atlantic Airways.
- Nógv fólk bíleggja longu sum er on-line, ikki bert flogferðaseðlar, men eisini hotel og leigubilar á skipanini hjá okkum, sigur Jákup Sverri Kass.
Eitt annað, sum felagið leggur sera stóran dent á innan tænastu er, at flogførini halda tíðirnar.
- Vit kunnu sjálvandi ikki gera so nógv við veður og vind, men vit leggja stóran dent á at koma og fara til tíðina. Hetta er eisini av stórum týdningi, tí handilsfólk brúka fráferðirnar á morgni og kvøldi, so tey hava dagin til at gera síni ørindi í, sigur Jákup Sverri Kass.
Eina onnur lítil broyting er útsýnið – nú lítir hann út yvir Leitisvant og ikki Nólsoyarfjørð.