KFUK-skótar
Tíðindaskriv
Jóla-café og tombola í sjónleikarahúsinum í Havn í desember mánaði
Um ársskiftið 2002/3 verður tann 20. heimsjamboreein við 30.000 skótum úr øllum heiminum hildin í Thailandi. Jamboreein er fyri skótar, sum eru millum 14 og 17 ár. Nakrir føroyskir skótar hava teknað seg til hesa jamboreeina.
Jamboree hevur verið ymsa staðni í heiminum 4. hvørt ár síðani í 20?unum og føroyskir skótar hava verið við á teimum flestu. Seinast var Jamboree í Chile, har vóru 14 føroyskir skótar við. Á leguni vóru 34.000 skótar úr 184 londum.
Hetta er ikki nøkur frítíðarferð, sum ein kann fara saman við mammu og pápa sínum. Men ein ferð, har ein sum skóti upplivir Thailand og Malaysia, - á Jamboree - í frumskógi og heima hjá einum asiatiskum skótahúski.
Jamboree er eitt gamalt indianskt orð, sum merkir friðarorrusta. Baden-Powell, stovnarin av skótarørsluni valdi sær hetta orðið til at lýsa eina stóra skótalegu, og fer ein á eina jamboree í dag, hevur ein møguleika at hitta skótar úr fleiri enn 180 londum og uppliva tær ymsu mentanirnar eisini. Ein fær vinir fyri lívið, samstundis sum ein upplivir, hvussu eins skótahugsjónin er um allan heim.
Teir 12 dagarnar jamboreeini varar verður m.a. heik, har gist verður á økinum. Eitt afturvendandi tiltak er »The Global Development Village« har ein kann verða við í virksemi viðv. heilsu, umhvørvi, fólkarættindum, friði og fólksligari fatan. Ein dag verður skótahjálp í Thailandi. Av øðrum virksemi kann nevnast: Water Sports, Our Heritage, Tournament, City of Science and Technology. Nýggjárið verður eisini eitt av hæddarpunktunum.
Leguøkið verður við Sattahip, sum er 180 km í ein landsynning úr Bangkok. Sjálv legan verður á einum nátturuvøkrum øki við fjallalendi á aðrari síðuni og einari langari hvítari sandstrond á hinari.
Farið verður úr Føroyum 26. des. 2002 og komið verður aftur 20. jan. 2003. Jamboreein er frá 28. des. 2002 til 8. jan. 2003 Aftaná leguna verður skipað fyri einum áhugaverdum túri í Thailandi og Malaysia.
Tað er rættiliga kostnaðarmikið at fara so langa leið av stað, og føroysku skótarnir ganga allir í skúla og hava ikki nakra fasta inntøku. Teir eru tí sjálvir farnir í gongd við at skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum vónandi skuldu givið teimum eitt sindur av inntøkum. Teir hava havt køkutombola í FK í Havn og handlinum hjá Eli.
Hesa vikuna og nakað inn í desembermánað skipa skótarnir fyri »jóla-café« í sjónleikara-húsinum í Havn. Her selja teir kaffi, te, kakao, pop-top, rísalamang, kleynur, bollar, atgongumerki til sjónleikin »Ísbjarnirnar« o.a. Eisini hava teir eitt tombola við nógvum ymiskum gávulutum. Opið er hvønn gerandisdag millum kl. 15 og 18, leygardagar er opið kl. 13 - 16. Øll eru vælkomin inn á gólvið. Fleiri fyritøkur og handlar í Havn hava stuðlað við vinningum til tombola, teir eru: FK í Hoyvík, Føroya Bjór, P/f Hjalmar Jacobsen bókh., H.N.Jacobsens Bókahandil, P/f Maria Poulsen, MBM, P/f Poul Hansen, P/f Poul Michelsen, Skálabúðin og Thomas Dam á Hálsi.