Jóladøgurði
Tað tykist eingin trupulleiki var at sleppa av við dunnurnar, sigur Brandur Sandoy, bóndi heima á Sandi, sum hevur dunnufarm. Hann hevur havt umleið 2.000 dunnur í summar, og higartil er umleið helvtin seld.
Um vikuskiftið tóku tey umleið 500 dunnur, greiðir Brandur Sandoy frá. Tær eru nú so mikið gamlar, at tíð er at taka. Og tær standa seg væl í kappingini við tær innfluttu, sigur hann.
Prísurin er er eitt sindur hægri enn fyri tær innfluttu dunnurnar. Brandur Sandoy selir sínar sunnur fyri kr. 90,- fyri kg, og tað gjalda fólk fegin fyri eina føroyska dunnu, sigur hann.
Tær føroysku eru umleið dupult so gamlar, sum tær útlendsku eru, tá tær verða tiknar. Av tí sama er meira kjøt á føroysku dunnuni og minni feitt. Vektin liggur millum knøpp tvey kg. til umleið hálvttriðja, sigur hann.
Dunnurnar heiman av Sandi verða seldar privatfólki. Tá rúgvan er passaliga stór, verður farið runt við teimum til teirra, sum keypt hava, sigur Brandur Sandoy. Hann hevur selt nakað væl til sandoyarfólk, men hevur eisini verið av oynni við dunnum.
Hann letur so mikið væl at, at hann hevur hug at halda fram. Bæði tað, at tað sær út til at bera til, og sjálvandi eru so eisini íløgur, sum fáast skulu innaftur, sigur hann.
Onkur annar størri dunnugarður er eisini í landinum, men tað tykist ikki, sum teir órógva hvønnannan, heldur Brandur Sandoy. Teir hava hinvegin samstarv soleiðis, at teir eitt nú fáa ungar hvør frá øðrum, tá soleiðis liggur fyri.
Enn eru nakrar dunnur eftir á Sandi, so tey, sum ikki sjálv hava dunnufarm til húsbrúks, hava enn møguleika at keypa sær eina føroyska dunnu til jólar.