So er aftur eitt tiltak á skránni, sum hevur til endamáls at savna inn pening til Í menniskjum góður tokki. Átakið, sum gevur eina hjálpandi hond til tey, sum ikki hava ráð til jólahugna, jólagávur og líknandi, hevur stóra undirtøku kring landið.
Nógv eru tey, sum hava savnað pening inn til átakið, og nú gongur leiðin til Klaksvíkar.
Mikukvøldið verður stór jólakonsert til frama fyri Í menniskjum góður tokki. Tiltakið verður í Skúlanum við Ósanna í Klaksvík, og byrjar tað kl. 19.00
Fyrireikarar siga, at ætlanin er at hetta skal vera eitt hugnaligt kvøld í Klaksvík, har fólk kunnu njóta jólastemningin og stuðla Í menniskjum góður tokki, sum hava tørv á øllum tí stuðli, sum tey kunnu fáa.
Skráin er hendan:
19.20 Rói Clementsen bjóðar vælkomin
19.30 Ingibjørg Hansen og Rani Nolsøe
19.55 Steintór Rasmussen
20.20 Eitt umboð fyri Í menniskjum góður tokki sigur nøkur orð
20.35 Asta Højgaard, Kristina Bærendsen, Alvilda Mørkøre
21.00 Jógvan Skorðheim sigur nøkur orð
21.15 Hans Andrias Jacobsen
Kostnaðurin er 120 krónur, og peningurin fer óskerdur til Í menniskjum góður tokki.