Í hálvtannað ár hevur M.C. borið okkum siðsøguligt tilfar, og sagt frá ymsum
hendingum av heimsins størstu oyggj. Nú ber hin fyrrverandi landkrabbin okkum dagliga nýggjar upplivingar frá sumrinum 2006, tá ið hann sjálvur sætti ferðaðist í Norðurgrønlandi umborð á trúboðanarbátinum Juvel.
Hálvan tíma drúgvar frásagnir verða at hoyra fyri jól, og saman við 1 tíma
longum frættindum á jólum- og nýggjárinum, er rættiliga lagt upp til krás og
oyrafragd hesar fyrstu mongu komandi dagarnar.
Øðrvísi fyrikomingar, jólaboðskapur og grønlendsk jólaløg leggja
stílin, og allarhelst fara mong at gresja í seg av góðlætinum úr útnorði,
sum bæði verður at hoyra fyrrapart, seinnapart, og um kvøldið.
Stuttrøðin “Jólakrás” við undirheitinum “Aftur í kjalarvørrin á Juvel”, fer av
bakkastokki nú hósmorgunin hin 14. desember kl. 7.30.