Frits Johannesen
????????
Tær gomlu føroysku kirkjurnar hava eitt kirkjurúm, sum fólk flest kenna seg væl í. Viðurin ber natúrligan anga við sær. Er kirkjan nývaskað, er hesin angi næstan gudiligur. Sum siður var jólakvøld fyri góðum fimmti árum síðani, bleiktraðu kertur inn eftir gólvinum, og ljós varð kveikt í ljósakrúnum og á altarinum í Oyndarfjarðar kirkju. Andlitsbrøgdini á bygdarfólkunum vóru merkt av dagligum strevi og mangan trongum lívskorum, sum dansaðu undir hesum leiftrandi ljósi. Soleiðis var hetta jólakvøld 1950 í Oyndarfjarðar kirkju.
Altartalvan í Oyndarfjarðar kirkju er málað av C. W. Eckersberg. Hetta er av Jesusi í Getsemane. Hvussu nógv henda mynd er listaliga virðisett, verður ikki farið í holt við, men Ekersberg er høgt í metum sum listamálari. Hann er føddur í 1783 og doyr 1853. Hann kemur undir málararnar frá gulltíðini í Danmark. Eckersberg hevur í dagbók síni skrivað: 18. august. 1838 Besøg af Soeliuti Heidemann og prof Friedenreich angående et billede til en kirke på Færøe., og 12. febr. 1840: har rørt farver på altertavlen til Færøe. Fleiri slík notat eru í dagbók hansara líka til 27. mars 1840, tá ið hann skrivar: Arbejdet på og blevet færdig med alterbilledet til Færøe, som forestiller Kristus i Getsemane. 14. august 1840 Besøg af prof. Friedenreich, som bragte betaling: 100 Rhd. For altertavlen Kristus i Getsemane ( til Østerø kirke på Færøe). Hetta, sum her er nevnt um dagbók hansara, hevur Petur Andrew Petersen, prestur, hugt eftir og latið mær upp í hendi. Takk fái hann fyri tað.
Lítið vitstu fólk í Oyndarfirði, at altartalvan var málað av einum málara, sum nam sær læru í list í Frankaríki (1810) og í Italiu (1815),. Samstundis sum Eckersberg var í Rom, var eisini myndahøggarin Berthel Thorvaldsen har. Thorvaldsen gjørdi í 1816 eina høggmynd av Eckersberg, beint áðrenn hann fór heimaftur til Danmarkar. Hetta var ein tøkk fyri ta frálíku myndina, ið Eckersberg málaði av honum í Rom 1814. Eckersberg var næm-ingur hjá Jacques- Louis David, sum málaði myndina Tann deyði, Marat. Hetta er eitt meistaraverk. Marat var skrivandi kollveltingar maður undir tí fronsku byltingini, og var myrdur í baðikari sínum í 1893 av eini aðalskvinnu, sum æt Charlotte Corday, ið sjálv misti høvdið í Guillotinuni
Eckersberg var ein meistari at fáa dýbdina í málningum sínum so livandi og reina sum gjørligt og ikki bert tað, men hann kendi møguleikarnar við tí kubiska í tí tóma rúminum í hugtøkum. ( t.d. Korvet på stabelen) Hetta var, áðrenn sálarfrøðingarnir fóru at umrøða hesi eyðkenni metafysiskt. Eisini skal nevnast, at langt áðrenn Newton vísti á ta vanligu atdráttarmegina, so høvdu listafólk sett út í kortið, hvussu likam í málningum ávirkaðu hvørt annað (Michelangelo: Tá ið Adam varð skaptur) Hetta er kanska ikki serliga jólaligt at skriva um, men eyguni hava altíð flogið frá Jesusi í Getsemane, upp í tróðrið í tí spælandi ljósinum, sum er í hesum fagra kirkjurúmi í Oyndarfjarðar kirkju. Soleiðis var eisini jólakvøld 1950.
Jólakvøld hoyrdust fótafet oman eftir Túni. Fólk vóru í jólahýri og altarsskrýdd.og vóru á veg í kirkju. Ansastova, sum nú man vera uml. 100 ár, liggur við henda "alfara" veg. Úr hesum húsi koma ættarfólk míni frá í móðirættina. Hon er áføst Heiriksstovu. Hjá Peri liggur skamt ífrá, somuleiðis Móritsarstova og hjá Dunga Oluffu. Við Lið er eisini í hesum hópi- beint omanvert durin í Ansastovu, men her var øskukalt 1950. Her búðu Elspa og Petur við Lið. Tey vóru systkin og ógift.
Tær gomlu genturnar komu sinniligar inn eftir kirkjugólvinum og settu seg í heimastólin, har familjan hevði sitið í fleiri mansaldrar. Jólaandlitið setti seg fast í bitar, kvistar og fjalirnar undir loftinum. Mentanarliga jørðildi hjá teimum var umhvørvið Niðri í Túni. Verðin var ikki tann víði heimur, sum fólk í dag nálgast at, men eg ivist onga løtu í, at teirra kosmiski hugaverð var eins væl røkt, sum hjá fólki, ið nú eru uppi á døgum. Tær bóru miðøldina á baki. Hugaheimurin var sprottin úr Brockmann, kingoløgum, sagnum, fyrndarsiðum, huldufólkum, gævudøgum og tungum løtum bæði á sjógvi og landi. Mundi Jesuspápi ikki vera góður við hesar einsligu kvinnur, ið dusaðust millum prest, dekn, organist, klokkara og bygdafólk í síni heild? Jesus í Getsemane, sum Eckesberg hevði málað, var komin til Oyndarfjarðar - rætti út høgra armin og hevði vinstra á bringuni, hugdi niðurfyr seg, og segði nøkur orð í tí myrka kvøldarljósinum um byrðina, sum var løgd á hann, sum tyngdi hann almikið hesa stund í Getsemane. Hann bar eisini syndabyrðina hjá teimum gomlu gentunum, ið hugdu upp á myndina og upp á Jesus og tað fáliga ljósið í myndini. Ljós skýggj í bláari skygging í mánalýsi lógu yvir hesa stund í tí døkku, dimmu viðarlundini, Getsemane.
Vit vóru ikki í Getsemane, men vit vóru í í kirkju jólakvøld í Oyndarfjarðar kirkju og sótu kring krubbuna í Bethlehem í einum skirvisligum fjósi, men ljósið frá krubbuni var nógv bjartari enn ljósið í Getsemane í myndini hjá Eckesberg. Jesus lá og brosaði upp í andlitið á Elsu í Húsi, Magninu, Dunga Oluffu, Ellu á Breyt, Henriettu og Fiu við Stein. Merkiligt, at Jesuspápi eisini skuldi vera góður við gamlar gentur, sum vóru grenjutar og formanaðu okkum børnum við orðum úr Gamla Testamenti. Nei, tær skuldu heldur verið í Getsemane, enn at sitið her jólakvøld og verið aftan fyri greinarnar og trøini í hesari lund, so eingin sá tær. Sovið saman við lærusveinunum og kanska kóka teimum kaffi og givið teimum nýbakað skapilsi. Tað høvdu lærusveinarnir verið sera glaðir fyri.
Patriarkurin Heini í Stovuni ? Stóra Skegg, sat sum ein profetur og boygdi høvur. Sat bara stillur. Hann var Jesuspápi góður við. Hann líktist Jesaja profeti. Hann livdi ímillum rúnurnar í hesi halgu bók og dugdi at skrifta úr henni meira enn nakar annar. Hann var so blíður og sá so mildur út. Hann fór at leiða allar tær gomlu grenjutu genturnar til krubbuna og biðja Jesuspápa vera góður við tær. Har kom hann gangandi eftir bitunum við teimum hond í hond, meðan Jesus í Getsemane rætti høgra arm út ímóti teimum. ? Bara tær ikki detta av bitunum. Nei, Stóra Skegg hevði so sítt skegg, at tær kundu halda sær í skeggstrýggjum hansara, so tær ikki brustu í gólvið. Jesus bað tær bara koma og vaka við sær í Getsemane, men tað tímdu tær ikki ? Heini vildi heldur leiða tær at krubbuni, sum var skamt við ta innastu ljósakrúnuna, beint framman fyri altartalvuni.
Ljósspælið í andlitunum bar ikki brá av tí ljóspæli, sum var í andlitinum á Jesus í Getsemane. Rukkurnar í andlitunum á teimum gomlu gentunum dandaðu sum vallingar í mánalýsi undir Rókum og Kalsoynni. Jesuspápi hevði onga rukku. Hann sá so sorgarfullur út jólakvøld ... í Getsemane. Hví smílist hann ikki? Hví brosar hann ikki móti ommu míni? Hon var Maria moy í Oyndarfirði. Bannaði ikki - var bara við tí góða orðinum. Formanaði ongan. Hon var so mild sum einglarnir á markini. Fía við Stein sat í tí ljósabrúna sjallinum og njóðraði teir donsku jólasálmarnar í einum fløktum duri, sum eg ikki skilti. Hon vildi treyðugt fara upp á bitarnar. Hon var so ser. Stóra Skegg var sterkur og syfti hana upp á bitarnar og fekk hana eisini við til krubbuna undir tí innasta ljósastakanum. Hon hevði tænt í Edenburgh undir Fyrra Heimsbardaga, og drongur hennara var fallin í krígnum í Frankaríki. Hon var komin aftur undir Róvlstein at vera og var so innisæl, at ikki sigst frá tí.
Andreas á Flótti legði lestrarfjølina upp á pláss, tók lestrarbókina fram og fór at lesa jólaboðskapin til jólakvøld. Hann var sum ein himmalsk ond úr jólaboðskapinum. Brillurnar livdu á nøsini, hvørja ferð hann nevndi krubbuna. Tær gomlu genturnar sótu beint omanvert deknin og sveiggjaðu við beinunum. Tær vóru so glaðar og skemtaðu sína millum. Stovuheini hevði at teimum og bað tær sita stillar og ikki órógva lesturin. Tær so gjørdu og sótu og hildu hendur saman oman fyri Andreas tætt við krubbuna, har Jesusbarnið lá og durvaði, men Jesus í Getsemane lá á knæ og rætti hondina út. Vildi hann hava Heina í Stovuni til sín, ella vildi hann bara nerta við skallan á Andreasi? Hvar vóru lærusveinarnir hjá Jesusi, tímdu teir ikki at vera jólakvøld í Oyndarfjarðar kirkju? Teir skuldu skammast at standa og lúra aftan fyri greinarnar í Getsemanie. Spæla teir krógva og blunda? Tað ger eingin jólakvøld. Eingin hevur hoyrt slíkt.
Jósef og Maria sótu við krubbuna og tjúklaðu um tann nýfødda heimssonin. Runið í sjónum og alduskvatlið í Krabbhyli á fløðandi sjógvi fekk heimssonin at sova trygt. Mánin tepraði um fjallagreinirnar á Kalsoynni, og ein rípa av ljósi lá og rembdi sær úti í Djúpinum. Mánin var enn ikki komin undan í Getsemani, men í Bethlehem stóð ein bjørt stjørna og stavaði niður yvir krubbuna í Oyndarfjarðar kirkju undir tí innastu ljósakrúnuni. Stovuheini vildi hava øll í kirkjuni upp á bitarnar, áðrenn Andreas fór at lesa lesturin til jólakvøld. Omma ? Lena í Ansastovu, var ikki so løtt upp á fót. Hon vildi treyðugt fara og somuleiðis abbi, men tá ið tey sóu Elina í Hvanngarðinum, Niklas og Siggu í Heiriksstovu og Heina í Móritsarstovu fara upp eftir einum gyltum stiga, lættu tey sær á og fóru eisini upp á bitarnar.
Hesi fólk, sum dagliga gingu og tøtlaðu hvørt um annað oman eftir og niðan eftir Sjóvartúni, brosaðu. Nú vóru tey á veg til krubbuna. Menninir hugdu út ígjøgnum gluggarnar á vegginum oman móti sjóvarmálanum og smáprátaðu um veður og vind. Allir vóru samdir um, at veðrið fór at halda sær um høgtíðina. Djúpini tóku nógv av mánalýsinum til sín. Tann myrki, stálgrái liturin í hesum djúpa vatni var eins myrkur sum myrkrið í altartalvuni av Jesusi í Getsemane. Hulisliga myrkrið millum greinar og trø tóku glæmuna av mánalýsinum uppi í vinstra horni í myndini til sín eins og Djúpini goymdu at tí bleika, erpna mánalýsinum, sum dansaði á eini útoyggj jólakvøld. Bjartast var ljósið yvir krubbuni. Tað var í eygunum á tí nýfødda og ein gloria var um høvdið. Hetta ljósið var eitt heilt annað ljós, enn tað, sum spjálkaði sær í Djúpinum og eisini øðrvísi enn ljósið í Getsemane. Tað líktist nógv tí ljósinum, sum bylgdist Frammi í Skarði eitt summarkvøld á hásumri í sólsetri, tá ið sólin skrivaði eitt stórt V á Rustina, men hetta ljósið í krubbuni og Betlehemsstjørnan í ljósakrúnuni var av himmalskum uppruna og nógv skarari.
Nú vóru øll fólk, sum vóru í kirkjuni, komin upp á bitarnar og summi vóru farin heilt upp í tróðrið. Nú sóust lívsroyndirnar skyggja í ljósrípum á andlitsbrøgdunum á oyndfirðingum jólakvøld. Barnið í krubbuni brosaði, og fólk undraðust yvir henda himmalska heimssonin, sum lá undir eini ljósakrúnu jólakvøld í kirkjuni í Sjóvartúni. Lívsundrið var í ljósinum Frammi í Skarði, í mánalýsinum á Kalsoynni og i fáliga ljósinum í Getsemane.
Jesus í Getsemane var so hugtungur. Hví fóru lærusveinarnir ikki at troysta hann ella tær gomlu genturnar, sum sótu kring krubbuna? Tær kundu givið honum ein temunn við jólakøkum. Jesus í Gethsemane lætst ikki um vón. Hann var í svárari neyð. Hví kemur hann ikki fram at krubbuni?
Dunga Oluffa fór í sínum hvíta fyrriklæði og sínum halgaða hatti yvir at myndini av Jesusi í Getsemane. Fór tætt at Jesusi og hálsfevndi honum. Jesus græt. Hann var so hugtungur og sorgarfullur. ? Oluffa troystaði hann. Turkaði tárini av kjálkunum við tí hvíta fyriklæðnum.- Mín kæri drongur, hví ert tú einsamallur hesa kvøldarløtu í hesum urtagarði? Hon rópti á lærusveinarnar og bað teir skamma seg, at teir ikki kundu troysta Jesus í Getsemane jólakvøld. Hetta helt hon vera úrsýnt og ómenniskjansligt. Hon fór inn ímillum greinarnar og fann lærusveinarnar sovandi. ? Hvat billa tit tykkum inn! Liggja tit og snorksova jólakvøld í hesi viðarlund, nú himmalski heimssonurin er borin í heim! Ikki skuldu tit lagt í! Hvar er Pætur? Pætur! Pætur!
Pætur raknaði við og settist upp undir seg. Hann sær Dunga Oluffu koma í sínunm hvíta fyriklæði millum greinarnar í Getsemane í móti sær. - Á, hann komi til mín, er tað tú Oluffa? Hvat veit tær við í kvøld? Tú ert ikki ørindaleys, tá ið tú so snjøll rópar navn mítt. Tú plagar ikki at vera so seint úti, og tú ert jú altarsskrýdd. ? Ja lukka er tað Pætur? ? Ja vist er tað tað! Oluffa bleiv sum hamskift, tá ið hon í prestatrúgv síni hoyrdi máli á Pæturi. ? Nei lukka, tað er jólakvøld og Jesus í Gethsemane sær so hugtungur út har frammi. Eg royndi bert at vita, um onkur tykkara kundi farið til hansara og verið hjá honum jólanátt. Eg havi roynt at troysta hann eitt sindur. Pætur sat og kulsaði og dró teppið, sum hann hevði um seg, longur upp undir seg og nú sást bert eitt svøvntungt fjes koma undan. - Oluffa, hvussu hevur Elsa í Húsi tað og Fía við Stein? Eg síggi tær sita í kirkjuni næstan hvønn sunnudag, somuleiðis teg og Henriettu?. ? Munnu tær ikki hava tað gott? Tær sita allar í løtuni við krubbuna, undir tí innastu ljósakrúnuni saman við hinum oyndfirðingunum. Sært tú ikki?
Eyguni á Pæturi gjørdust tyngri og tyngri og legði hann seg afturá aftur steinin, sum hann hevði til kodda, og teskaði: ? Heilsa øllum! Gleðilig jól. Pætur var so kvøldsvavdur. Hann orkaði ikki at vekja.
Hinir lærusveinarnir hirdu ikki at lurta eftir einari gamlari gentu úr Oyndarfirði í hvítum fyriklæði og einum svørtum hatti, sum hevði eitt net fyri framman. Onkur lærusveinur, sum hugdi við øðrum eyganum, helt hetta vera heimsins minsta sildagarn. Ein løgin kvinna. Tá ið hann fekk at vita, at hon var úr Oyndarfirði og gomul genta, legði hann seg á hina liðina og svav víðari.
Dunga Oluffa kom undan aftur skógarmyrkrinum í sínum skrykkjuta gongulagi og segði við Jesus. - Tað eru einir treisknir lærusveinar, tú hevur, ið liggja og sova jólakvøld burtur í Getsemane! Jesus segði einki. Hann hugdi bert fram fyri seg og sá okkurt forborgið, sum ikki var av hesum heimi. Dunga Oluffa vildi ikki órógva Jesus í Getsemane, men segði við hann, at Haremst prestur kom at prædika í morgin, lukka, og tá mást tú vera eitt sindur blíðari og ikki liggja á knæ her og súrmúla. Jesus í Gethsema hugdi við sínum havdjúpu eygum upp á Oluffu eina skamma stund og var stummur eins og Vælfararsteinur í Støðni. Dunga Oluffa tók um Jesus í Getsemane og kysti hann. ? Góða nátt, lukka, og gleðilig jól.
Elsa í Húsi rópti á Dunga Oluffu. - Stelirnar ikki, Oluffa, kom yvir at krubbuni og síggj barnið, hann liggur longu og pliar! - Tað vildi eg meint. Hann sær so gløggur út. Dunga Oluffa kom út úr tí døkka, dimma, myrka málninginum í tí hvíta fyriklæðinum. Hon vendi sær á og sá nú í fjesið á øllum lærusveinunum, ið kagaðu undan greinum og viðarbulum. Glómurnar á teimum skygdu í tí fáliga ljósinum. Henni untist ikki við hesa sjón og skundaði sær aftur til tað fjálga fjósið, har krubban var.
Dunga Oluffa kom yvir at krubbuni. Hon var eitt sindur móð av ferðini í Getsemane og tivaði eitt sindur. Ella á Breyt við sínum beytaeygum spurdi Oluffu, um hon hevði sæð onkran, sum hon kendi? ? Jú, lukka! Eg sá allar lærusveinarnar liggja og snorksova á berajóli undir teimum trøllakendu greinunum og tí síða, gulliga grasinum í Getsemanie Eg skal heilsa tykkum øllum frá Pæturi. Eg fekk tonna á hann, men hann var eins svøvntungur sum hinir lærusveinarnir. ? So lukka, teir høvdu ikki nyttað til útróðrarmenn her í bygdini. Vit roknaðu við, at tú fórt at vera náttløgd. Tú ert eingin ársungi longur. Vit eru komnar har til, at vit fáa einki lagt afturat og eru sum kúgvahalið, vit vaksa niðureftir! Øll brosaðu, men Dunga Oluffa bleiv eitt sindur snerpin og forfjamskað og ruggaði við høvdinum. ? Ella! Prestur kemur í morgin, og eg má vera væl fyri, tá ið prestur kemur oman eftir Túni í sínum svarta og væl stívaða kraga. Segði hetta við Jesus í Getseman, at Haremst prestur fór at prædika undir hámessuni í morgin. Nei, at liggja har millum rýtandi lærusveinar, hann náði tú meg! Tað er tann rámi undirgangur!
Stóraskegg bað tær gomlu genturnar vera eitt sindur friðarligari, nú Andreas las lesturin til jólakvøld.. Øll settu seg kvirr niðurat og lurtaðu. Maria og Jósef sótu og hildu hvørt um annað og sóu so góð út. Jesusbarnið svav sín søta blund. Tann heilagi friðurin legðist yvir Krabbhyl, Oksastøð, Kattarhellu, Áarsker, Jesus í Gethsemane og fólkið, sum var í kirkjuni. Knappliga reisti Hensrietta seg upp og fór einsamøll gangandi eftir einum av bitunum. Hon var áhælsin og datt... Raknaði knappliga við og hugdi yvir hagar Henrietta plagdi at sita. Hon sat har eins og allir oyndfirðingarnir ? helt saman hendur, blundaði og sat undir orðinum. Stóraskegg við sínum hvíta jólaskeggi og sínum stóru hondum sat sum ein gamal patriarkur og tók alt til sín, sum lisið varð. Allar hinar gomlu genturnar sótu í sínum jólahýri og svølgdu hvørjum orði. Hetta var ein sjaldsamur dreymur, eg hevði havt undir ommusa lið jólakvøld
Í Oyndarfjarðar kirkju 1950.
Dagin eftir uml. hálvgum tólvtíðina kom Haremst oman eftir Túni og Dunga Oluffa stóð uttan fyri í sínum snjóhvíta fyrriklæði, sínum heilaga hatti og heilsaði upp á prest. ? Glædelig jul, Dunga Oluffa. ? Ja, glædelig jul, Haremst.