Jólahýrur
Fyrr komu jólamenninir í reyðum klæðum og við síðum og hvítum skeggi oman úr fjøllunum við posa á baki. Í køldu fjøllunum uppi í Grønlandi, Svalbard og aðrastaðni við hava teir hildið til síðan seinastu jól. Og aftur í ár hava teir stákast við at pakkað jólapakkar til øll børn í Føroyum ? og eisini í Eysturoy.
Sum tíðirnar eru broyttar, og minni kavi legst í Føroyum um veturin, hava jólamenninir seinastu árini gjørt av at seta sletuna. Nú eru teir farnir at koyra í bili, sum øll onnur gera. Hetta er so nógv lættari, og nú kunnu teir eisini fara runt alla oynna, hóast eingin kavi er.
Í dag fara jólamenninir soleiðis at vitja børnini í øllum kommunum í Eysturoy. Teir koma í vøkru reyðu bilum sínum við onkrum jólagóða.
So, tað er at halda seg til, tá ið jólabilurin við
jólamonnunum kemur.
Jólamenninir hava heitt á kunningarstovurnar í Eysturoy um at siga frá, nær teir eru í teimum ymsu bygdunum.
Jólabilur 1: Strendur kl. 11, Skála kl. 11.15 og Oyrarbakki kl. 11.45, Eiði kl. 12.15, Gjógv kl. 13.00, Funningur kl. 13.15 og Runavík kl. 14.30.
Jólabilur 2: Funningsfjørður kl. 12.00, Oyndarfjørður kl. 12.45, Hellurnar kl. 13.15, Gøta kl. 14.00, Leirvík kl. 14.30 og Fuglafjørður kl. 15.45.