Jólastjørnur í New York

Tá jólatræið verður tendrað við Rockefeller Center 29. november verður stjørnan ovast á trænum ikki tann bjartasta.

New York hevur fingið Christina Aguilera, Enya, Sarah McLachlan, Sting, Martina McBride, John Legend, Bette Midler, Lionel Richie og vinnarin av American Idol Taylor Hicks at syngja jólasálmar og aðrar jólasangir í sambandi við at træið verður tendrað, hetta skrivar tv2.dk. Fyri at restin av Amerika eisini kann fylgja við í hesi hugnaligu og jólaligu hending verður øll løtan send beinleiðis í sjónvarpinum. Christina Aguilera er í løtuni á konsertferð í Evropa, men flýgur heim til USA fyri at luttaka.