Áhugin millum føroyingar at keypa jólagávurnar í Skotlandi í ár er sera stórur. Síðan Smyril Line setti ferðaseðlarnar til túrin til Peterhead til sølu fyri trimum vikum síðan eru ikki færri enn 960 ferðaseðlar seldir. Sambært Áka Jespersen Marknaðarleiðara fyri føroyska marknaðin, er túrurin útseldur, og ein fittur bíðilisti er, um okkurt avboð skuldi verðið. Talan er um eitt slag av cruiseferð, og tí verða couchettirnar ikki nýttar á hesum túri, fólk skulu kenna at støðið er høgt, greiðir Áki Jespersen frá. Norrøna tekur annars vanliga yvir 1400 fólk.
Fyrsti túrur
Norrøna fer av Havnini mánamorgunin 19. desember, og skipið leggur at í Peterhead tíðliga týsmorgunin og verður liggjandi til mikukvøldið 21. desember. Norrøna er aftur í Havn seinnapartin hósdagin 22. desember.
Hetta er fyrstu ferð, at Smyril Line skipar fyri tílíkum túri til Skotlands. Við gomlu Norrønu varð tílíkur túrur gjørdur til Danmarkar, men hetta er fyrsti jólainnkeypstúrur við nýggju Norrønu.Sambært Áka Jespersen er áhugin so stórur, at hetta er ein sonn success. Tí verður hetta óiva gjørt aftur. Hann ætlar sær somuleiðis at kanna møguleikan fyri at gera aðrar líknandi túrar tildømis á páskum.
Við bussi til Aberdeen
Túrurin úr Peterhead til Aberdeen við bussi er 45 minuttir, og busssamband verður fleiri ferðir um dagin báðar vegir. Somuleiðis verður mikudagin skipað fyri útferð, ið gongur úr Peterhead norðureftir umvegis Fraserburgh, Rosehearty og Banff til Buckie. Síðani gongur leiðin inn í landið til Fochabers, har matvøru fyritøkan Baxters hevur sín umfatandi jólahandil. Hesin jólahandil er tiltikin og sera vælumtóktur, bæði millum fólk á staðnum og ferðandi. Síðan verður farið aftur til Peterhead.
Status Quo spæla
Showmenn spæla til dans øll kvøldini umborð á Norrønu, men til ber eisini at hoyra enn kendari tónar. Týskvøldið spæla Status Quo sínar kendu slagarar í Aberdeen. Status Quo eigur eitt stórt pláss í hjørtunum á nógvum føroyingum.
Status Quo spældi í Havn í seinnu helvt av <st1:metricconverter w:st="on" ProductID="90"$?$end$!$90</st1:metricconverter$?$end$!$ árunum. Fyri tey, sum vilja hoyra Status Quo aftur, ella sum ikki sluppu á konsertina á sinni, er hetta eitt kærkomið høvi at syngja við til Rocking all over the world, Youre in the army now, What ever you want ella okkurt annað av teimum nógvu kendu løgunum.<BR>Her fyri fekk bólkurin virðisløn fyri at vera tann enski bólkurin, ið hevði havt flest stakfløgur á enska hittlistanum.
Status Quo geva mánadagin eina dupulta DVD út, við tónleiki frá teirra fyrstu 40 árum sum tónleikabólkur, hon eitur The Party aint over yet.
Nógv undirhald umborð
Umframt Showmenn, sum spæla til dans umborð, er nógv ymiskt undirhald á túrinum. Angela og Hannibal undirhalda teimum yngstu, og fyri tey vaksnu verður skipað fyri karaokekvøldi og syngið við kvøldi. Føroya stuttligasti maður Hilmar Jan fer somuleiðis at undirhalda.
Bilurin er goymslurúm
Talan er fyrst og fremst um ein jólainnkeypstúr. Smyril Line hevur tí valt, at lata fólk hava bilin við ókeypis. Tó sleppa tey ikki at fáa bilin í land. Áki Jespersen sigur frá, at fólk fara at sleppa niður í bilin at leggja tað, ið tey hava keypt.
Heim á jólum
Umframt henda túrin hevur Smyril Line eisini eitt annað jólatilboð, hetta er til føroyingar, ið ætla sær heim á jólum. Eisini fyri hesum túri er áhugin stórur, 860 fólk hava higartil keypt ferðaseðil. Men Áki Jespersen sigur at enn er slettis ikki útselt, á hesum túri eru couchettirnar eisini til taks, so eini 500 ferðaseðlar eru eftir.