Í dag klokkan 15:30 verður jólatræið í Vágstúni í Klaksvík tendrað. Niclas Heri Jákupsson heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir til tiltakið, sum plagar at savna saman fitt av fólki, og Klaksvíkar kommuna minnir á at halda viðmæltu frástøðuna á heimasíðuni.
Hini trøini í kommununi verða tendrað soleiðis:
Jólatræið í Árnafirði verður tendrað leygardagin 28. novembur kl. 17.00.
Mamy Dahl Sørensen heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir.
Jólatræið í Ánunum verður tendrað mánakvøldið 30. novembur kl. 18.00
Andras S. Biskopstø heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Jólatræið á Norðoyri verður tendrað mánakvøldið 30. novembur kl. 19.00
Marjun lómaklett, prestur heldur røðu – Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Kalsoy
Jólatræið á Trøllanesi verður tendrað hóskvøldið 3. desembur klokkan 18.00
Jólatræið í Mikladali verður tendrað hóskvøldið 3. desembur klokkan 19.00
Jólatræið á Húsum verður tendrað hóskvøldið 3. desembur klokkan 20.00
Jólatræið á Syðradali verður tendrað hóskvøldið 3. desembur klokkan 20.30
Magni Garðalíð heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Sam siglir í hesum sambandi av Klaksvík klokkan 17.15 og av Syðradali kl. 21.00 – bussur er við í ferðini.
Svínoy
Jólatræið í Svínoy verður tendrað leygardagin 5. desembur kl. 16.00
Heri Joensen, prestur heldur røðu, og Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Ritan fer av Hvannasundi kl. 14.45, og Ritan siglir leiguferð úr Svínoy kl. 17.30