Jólini undir krígnum

– Alt var myrkalagt, so tað var ikki hugsingur um at hava ljós uttandura. Og jólini byrjaðu jólaaftan, tey vardu ikki fleiri mánaðir, sum tey gera nú. Undir krígnum var sjálvandi lítið til av øllum, men tey royndu sum frægast at gera tað hugnaligt og gott fyri børnini. Men jólamannin, hann kendu vit ikki, siga Poul Sørensen og Hannefía Næss, sum bæði eru fødd í 1923.
Vit hava sett teimum stevnu á ellisheiminum Tjarnargarði, har tey búgva, fyri at tosa um jólini undir krígnum.

– Nú er so stór yvirflóð av øllum, og jólini vara í fleiri mánaðir. Tá gleddi man seg til jólaaftan, tí tástani komu jólini. Og tað var nakað heilt serligt, minnist Poul Sørensen. Hann er føddur í Havn og hevur búð her alt sítt lív. Nú býr hann á ellisheiminum Tjarnargarði, har marinustøðin áður helt til.
– Nei, leggur Hannefía afturat, – Eg minnst heldur einki til, at desember­mánaður var nakað serligt. Alt var sum vant, og jólini komu ikki fyrr enn jólaaftan. Hannefía Næss er av Kirkju, men kom til Havnar sum ung at vera arbeiðskona, og hon fór aldri út aftur til Fugloyar.

Jólatræ
Poul greiðir frá, at tey í Havn vóru von at hava jólatræ, men tá kríggið kom, og sambandið við umheimin steðgaði upp, bar ikki til at fáa hendur á jólatrøum.
– Man vandi seg skjótt við, at nú var tað kríggj, og so var tað bara soleiðis. Vit hugsaðu ikki so nógv um, at tað var øðrvísi, enn tað plagdi.
– Men tey seinnu árini av krígnum fekk Valdemar Lützen nøkur stór jólatrø heim, tey vóru hægri enn manshædd, og tey endaðu á skúlum og hjá ymsum felagsskapum. Børnini dansaðu jólatræ í skúlanum, men tá tey fóru í jólafrí, so stóð tað bara har til onga nyttu. Pápi mín var yvirlærari, og tí fingu vit jólatræið heim til okkara jólaaftan.
– Eftir, at vit høvdu brúkt tað jóla­aftan, gekk tað uppá skift til ymsar samkomur og KFUK. Men tað mundi vera nakað miserabelt at enda. Tá var tað væl brúkt og var flutt fleiri ferðir, minnst Poul flennandi.
Á Kirkju var ikki vanligt at fólk høvdu jólatræ heima. Hannefía sigur, at tað altíð bleiv dansað í skúlanum, men undir krígnum var einki jólatræ í bygdini.
– Tá jólatrø seinni fingust aftur, tóku fleiri seg saman og keyptu eitt jólatræ í felag, so børnini skuldu sleppa at dansa.
Tá var heldur ikki pyntað til jóla, sum nú. Hannefía sigur, at húsini blivu væl og virðiliga skúrað til jóla, men tey høvdu einki jólapynt.
– Jólatræið hjá okkum bleiv har­afturímóti væl pyntað, minnist Poul. Hann greiðir frá, at børnini ikki sluppu at pynta træið, tí tað gjørdu mamman og pápin, og tað var gjørt í allari hemmiligheit. Ikki fyrr enn jólaaftanskvøld sluppu børnini at síggja pyntaða træið.
– Eitt árið hevði ein av beiggjunum hjá mær sníkt seg at lúrt eftir trænum. Tá varð hann var lagdur uppá lærið, tí tað gjørdi man ikki, minnist Poul við einum brosi.

Myrkalagt
Desember mánaður var tá ikki baðaður í ljósi og perum, sum hann er nú. Alt skuldi vera myrkalagt, og tað var ikki lukkuligt, um onkur ljósrípa kom undan gardinunum.
– Einaferð minnst eg, at politiið bankaði uppá hjá okkum kl 2 ella 3 um náttina. Tá vóru gardinurnar ikki nóg væl drignar fyri uppi á loftinum, so ljósið sást. Eg minnist, at pápi kom upp á loftið og bað okkum fáa gardinurnar ordiliga fyri. Tað var ikki at skemta við, minnist Poul.
Tað var einki serliga hugaligt at vera úti, eftir at tað var vorðið myrkt, tí tað gjørdist so bølamyrkt orsakað av myrkaleggingini.
– Skuldu vit út, eftir at myrkrið varð komið á, so kundu vit hava eina lummalykt við okkum, men hon skuldi lýsa beint niður á vegin. Vit máttu ikki lýsa framfyri okkum, har vit gingu, greiðir Hannefía frá.
– Ja, sigur Poul, – og lyktirnar á bilunum vóru eisini blendaðar, soleiðis, at tær bara lýstu beint niður og ikki frameftir.
Hannefía greiðir frá, at tey í Fugloy keyptu petrolium upp í fløskur til lamp­urnar.
– Undir krígnum spardi man alt, man kundi, men eg minnist, at jólaaftan varð petroliumslampan ikki sløkt um kvøldið, sum vant. Ístaðin slapp hon at brenna út, og tað var nakað heilt serligt, greiðir hon frá.

Rationeringar
– Tað var trot á matvørum, og tí vóru rationeringar settar á ymsar vørur t.d. sukur, margarin, the og kaffi, greiðir Poul frá.
– Ja, fyri at kunna keypa mátti tú hava eitt rationeringskort, sum tú lat handilsmanninum. Man fekk eitt kort fyri hvørt fólk í húskinum, leggur Hannefía afturat.
Poul sigur, at tey vóru tilsamans 13 fólk í húsi, og at tey tí høvdu nógv rationeringskort. - Í so máta var tað ein fyrimunur at hava stórt húski. Men tey dugdu eisini væl at fáa tað at strekkja sum var.
– Men sjálvt um vørur manglaðu, og alt skuldi drýggjast, so merkti eg ongantíð, at tað var svangligt ella avmarkað við mati - heldur ikki á jól­um, sigur Hannefía. – Eg minnist so ongan­tíð, at tað manglaði nakað. Og vit bakaðu til jóla allíkavæl.
– Tað vóru so smekkfult av eingilsk­monnum í Havnini, og eg minnist, at dreingirnir plagdu at stjala egg úr okkara høsnagarði og bera teimum tey, sigur Poul.
– Hóast teir bara vóru 4-5 ára gamlir, so stjólu teir egg, bankaðu uppá hjá eingilskmonnum og søgdu: "chocolate for egg". Men tað var ikki nakað, sum var goymt til jóla, flennir Poul, - tað varð etið beinanvegin. Og mamma var nokk ikki altíð so blíð, tá øll eggini vóru tikin.
Jólagávur
– Tað var ikki yvirflóð av gávum, sum nú, men tað var ein gáva til hvønn. Øll vóru nokk ikki altíð líka tilfreds við tað, tey fingu. Vit vóru 8 systkin, so sjálvandi bóru vit okkara gávu saman við gávurnar hjá hinum. Onkuntíð var ein øgiligur grátur. Men hóast gávurnar hvørki vóru nógvar í tali ella stórar, so gleddu børnini seg.
– Nei, tað vóru ongar stórar gávur. Vit fingu okkurt tinganeyst, men vit gleddu okkum hóast tað, sigur Hannefía.
Poul greiðir frá, at undan krígnum plagdu tey hvørji jól at fáa pakka sendandi frá familju í Danmark. Har var altíð ein rúgva av súreplum í.
– Tað saknaðu vit, tá kríggið kom. At vit ikki fingu súrepli á jólum, sum vit plagdu.
Eisini í Fugloy vóru tey von at fáa súrepli og appelsinir á jólum undan krígnum. – Tað var forkunnugt at fáa frukt, men tá kríggið kom, so innstillaði man seg uppá, at tað ikki var nøkur frukt at fáa. Tað vóru heldur eingir pengar at keypa fyri, sigur Hannefía.

Jólasiðirnir
– Jólini byrjaðu jólaaftan út á seinna­partin. Um morgunin var nokk at gera, sigur Poul.
Hannefía tekur undir við honum og minnist, at tað mangan serliga var skundur á stokkunum fyri at fáa pløgg bundin liðug, áðrenn jólini komu, so tey ikki skuldi gerast jólatrøll.
– Vit fóru í sunnudagsklæðir, og so fóru børnini í kirkju við pápa, sigur Poul. - Mamma var heima og gjørdi døgverða. Vit høvdu gæs, so vit ótu altíð gás jólaaftan og jólagreyt omaná. Tað var mamma, sum bestemmaði í køkinum, og hon kom úr Suðuroynni, har tey gjørdu nógv meiri burturúr jólunum, enn tey gjørdu norðanfyri, haðani pápi var slektaður. Hon vildi ikki hoyra talan um ræstan fisk jólaaftan, sum eg annars veit, at fleiri ótu.
– So dansaðu vit um jólatræið, og børnini fingu sínar gávur, og so fóru vit tíðliga í song.
Hannefía minnist ikki, um tey ótu nakað serstakt jólaaftan, men tey fingu gávur og sungu jólasálmar. Og jóladag fingu tey altíð ræst kjøt.
– Á Kirkju gingu vit altíð inn til hvønnannan á jólum, og øll børnini fóru altíð oman í Geil at ynskja gleðilig jól, tí tey høvdu handil, so har fekk man okkurt gott, minnist Hannefía smílandi.
– Men jólamannin kendu vit einki til. Vit høvdu hvørki hoyrt um hann ella um vættrar. Jólini handlaðu um jesusbarnið sigur Poul, og Hannefía nikkar samd. – Millum jól og nýggjár vóru børnini bjóðað at dansa jólatræ, men tað kom eingin jólamaður, greiðir hon frá. Á jólatrænum hingu kramarhús, og Poul minnist, man dansaði um træið og hugdi at kramarhúsunum, sum høvdu onkrar søtar sakir í. - Ikki fyrr enn tað var liðugt at dansa, fingu vit hvør sítt kramarhús.

Nógv er broytt
Jólakortini vóru ein stórur partur av jólunum, og øll sendu jólakort. Poul sigur frá, at yvirpostboðið einaferð bankaði uppá hjá teimum jóladag.
­– Tá hevði hann eitt jólakort til pápa frá Richardi Long, sum eisini var lærari, og sum arbeiddi saman við pápa. Hóast teir arbeiddu saman, búðu í Havn og sóust dagliga, so sendi hann pápa jólakort. Posturin mátti tá ikki liggja longri enn 2 dagar, og tí mátti yvirpostboðið koma við tí jóladag.
At nógv er broytt, eru tey bæði ikki í iva um. – Størstu munirnir á jólunum undir krígnum og jólunum í dag eru, at tá vóru jólini myrk, nú eru jólini ljós. Tá var einki at keypa og einki at keypa fyri, og nú kann alt keypast.
– Men samstundis er hjarnan á jólunum framvegis júst tann sama. Hugnin, familjan, maturin og jólasið­irnir eru júst teir somu í dag, so í so máta er einki broytt, eru tey bæði samd um.