Jón Krosslá Poulsen hevur í dag gjørt sáttmála við nýggja felagsliðið í Suðuroynni. Hann skiftir frá Víkingi, har hann vann FM.
Vágbingurin fekk eina harða byrjan upp á kappingarárið í fjør, tá hann kom illa fyri í arbeiðsólukku, sum kundi so lættliga verið nógv verri. Tíbertur slapp framherjin við lívinum, men fekk mein í høvdið.
Tað hevur ávirkað kappingarárið í fjør, har hann ikki hevur spælt so nógv. Nú vendir hann so heimaaftur til suðuroynna at spæla. Hann kemur partvís at venja saman við nøkrum liðfeløgum, sum hava heimstað í høvðusstaðnum.