- Tá vit gera tvey brotsspørk so kunnu vit ikki vænta at vinna. Orðini eigur áleyparin hjá 07 Vestur, Jón Krosslá Poulsen sum saman við liðfeløgunum tapti 1-2 ímóti gomlu liðfeløgunum hjá Jón Krosslá Poulsen í TB/FCS/Royn.
Jón Krosslá Poulsen er sjálvkritiskur um avrikið hjá 07 Vestur, og hann heldur, at Suðringar høvdu sigurin uppibornan.
Jón Krosslá Poulsen greiðir frá, at málsetningurin í ár verður at stríðast fyri at yvirliva í deildini, og í so máta eru arbeiðsumstøðurnar hjá honum rættiliga átøkur umstøðurnar hann hevði við Suðuroyar-liðnum í fjør.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Jón Krosslá Poulsen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í kvøld.
Samrøðan Rás2 hevði við tvímálsskjúttan hjá Suðringum, Stefan Radosavljevic hoyrist HER