Tað gongur einki hjá Frem í donsku 1. deild. Higartil hevur liðið bert fingið eitt stig, og um vikuskiftið varð Frem hølvað av. AC Horsens tók ímóti Frem, og tað endaði við heili 8-1 til teir úr Horsens.
Í hálvleikinum var støðran longu 4-0 til AC Horsens. Frem minkaði um munin til 5-1, men seinasta korterið skoraði AC Horsens trý mál afturat.