Jónas Tór og Kaj Leo taptu stórt

Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu vóru við frá byrjan, tá ÍBV tapti 0-5 ímóti Stjarnuni á útivølli

Annað føroyingaliðið í íslendsku pepsideildini, ÍBV spældi í dag, og staðfestast má, at tað gekk av skriðuni.

 

ÍBV spældi á útivølli ímóti Stjarnuni, og talan gjørdist um ein 5-0 stórsigur til Stjarnuna, sum longu í steðginum var á odda 3-0.

 

Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu vóru við frá byrjan hjá ÍBV. Kaj Leo var skiftur út tá 75 minuttir vóru spældir av dystinum. Tá 53 minuttir vóru farnir av dystinum hevði Kaj Leo í Bartalsstovu eina frísparksroynd, sum miseydnaðist sambært Morgunblaðnum. 

 

Hitt føroyingaliðið, FH sum hevur Gunnar Nielsen í málinum spælir í annaðkvøld klokkan 19 á heimavølli ímóti KA. Komandi sunnudag tekur ÍBV ímóti Víkingi Reykjavík úti á Heimey.

 

Støðan:

 

1Stjarnan2     1107:24
2FH1100    4:23
3KA11003:1   3
4Valur1100      2:03
5Víkingur Reykjavík11002:13
6KR21013:33
7Grindavík10102:21
8Fjölnir10100:01
9ÍBV20110:51
10ÍA10012:40
11Breiðablik10011:30
12Víkingur Ólafsfjørður20021:40