LØGTINGSVAL
Ì Reynstúni nummar átjan á Argjum býr ein sjálvstøðugur vinnurekandi miðvingur. Hesin sami er eisini uppstillaður fyri Miðflokkin. Hann er við sínum 32 árum at meta sum millum tær absolut yngru kreftirnar í Miðflokkinum ? í øllum førum tær. ið stilla upp til løgtingsvalið.
Jónfinn Olsen er formaður fyri UFM (Ung fyri Miðflokkin), og hann hevur í valstríðnum verið at meta sum eitt av teimum mest sæddu valevnunum hjá Miðflokkinum í valstríðnum.
Hjá honum eins og Miðflokkinum er kristnalívsstøðið grundarlagið fyri politikkinum.
Móti ES
Jónfinn Olsen er umbiðin fyrr at stilla til løgtingsval. Eisini fyri annan flokk enn Miðflokkin. Hann sigur, at hann altíð hevur havt áhuga fyri politikki, og hann hevur eisini ligið framvið at gera sína ávirkan galdandi, men hann hevur ikki hildið tað vera hóskandi fyrr enn nú.
?Eg kenni tað sum, at eg nú kann stilla upp, tí eg kenni hetta vera rætt, sigur Jónfinn.
Jónfinn kom uppí Miðflokkin fyri nøkrum árum síðani, tí hann kendi, at hann kundi foreina seg við politikkin hjá flokkinum. Tað var serliga greiða støðan hjá Miðflokkinum í ES-spurninginum.
Hann var við at seta UFM á stovn, og hann gjørdist eisini formaður fyri felagið. Felagið setti nøkur krøv til flokkin, og hesi vórðu eisini eftirlíka teimum, soleiðis at teir fingu ein lim í stjórnina í flokkinum, og flokkurin skuldi eisini koma við einari klárari útmelding um støðu floksins í tí ríkisrættarliga spurninginum.
Jónfinn varð eisini biðin um at stilla upp seinast, men hann segði nei takk. Sama svar var eisini, tá hann varð biðin um at stilla upp til fólkatingsvalið.
?Eg helt, at tá eg var so aktivur í Ungmannafelagnum, so átti eg eisini at stilla upp, sigur Jónfinn.
Hann leggur dent á, at tey ungu hava stóra ávirkan í Miðflokkinum.
Soleiðis at konan, Bjarta, og seks mánaðir gamli sonurin mugu venja seg við, at Jónfinn nú nýtir at kalla alla sína tíð til valstríðið.
Hart valstríð
?Valstríðið er nógv øðrvísi nú, enn tað plagdi at vera fyrr. Tú verður noyddur at marknaðarføra teg, sigur Jónfinn.
Hann heldur ikki, at hann er broyttur, men onkri fólk hava lyndi til at hyggja øðrvísi at honum, nú hann roynir seg sum valevni.
?Eg vil siga, at tú verður skoðaður øðrvísi sum eitt ungt valevni. Eg haldi tó, at tað er týdningarmikið, at tey ungu síggja, hvør Miðflokkurin er. Soleiðis at tú fært lagt eitt andlit til flokkin úteftir, sigur Jónfinn Olsen.
Í valstríðnum fer at leggja dent á tey kristnu virðini. Eisini ungdómurin upptekur hann nógv. Jónfinn heldur tað vera framúr týdningarmikið, at fólk síggja ungdómin sum eina íløga ístaðinfyri eina útreiðslu.
Av konkretum málum nevnir Jónfinn m.a. barnagarðin á Landssjúkrahúsinum, ið hann heldur hava stóran týdning, tá hugsað verður at fáa nøktað tann tørv, ið Landssjúkrahúsið hevur fyri neyðini.
Sum heild verður verjan av teimum veiku og gomlu í samfelagnum raðfest ovarliga í skránni hjá Jónfinni.
?Eg haldi, at politisku flokkarnar hugsa ov lítið landsmálini. Tað skal ein øðrvísi hugsan til, sigur Jónfinn Olsen.
Ì spurninginum um fullveldi sigur Jónfinn, at støðan hjá teimum er greið, men tað eru fjølmiðlarnir, ið ikki duga heilt at skilja greiða støðu teirra.
?Fòlkið skal gera av, hvussu verður við framtíðini. Vit leggja dent á tjóðarfrælsið, har Føroyar fáa javnbjóðisrætt við aðrar tjóðir. Vit meta eisini, at blokkurin er ogn hjá okkum og ikki nøkur gáva. Eg trúgvi, at vit eiga yvir hundrað milliónir eftir hjá dønum, um vit høvdu kannað tað rættiliga á botn, sigur Jónfinn.
Til spurningin, um hann so í síðsta enda vil hava fullveldi, svarar hann, men tað skal byggja á røttu virðini.
Kristindómur
Sum longu nevnt fleiri ferðir áður, so leggur bæði Jónfinn sjálvur og flokkur hansara, Miðflokkurin, stóran dent á kristnulívsvirðini úr bíbliuni.
Sjálvur tekst hann nógv við andaligt virksemi. Hann er knýttur at Samkomuni í Hoyvík, og hann nýtir eisini nógva tíð til at ferðast runt og tala um gleðiboðskapin.
Til spurningin, hvussu tú fær tað andaliga og tað politiska at hanga saman, svarar Jónfinn: hvussu klárar tú at skilja tey at?
?Um tú trýrt á jesus, at hann er guds sonur, so ber ikki til at leggja hetta til síðis, tá tað umræður politikk. Tú kanst ikki lata trúðna hanga uttanfyri, tá tú skalt inn á ting ella aðrastaðni. Tað kann ikki skiljast sundur, sigur Jónfinn.
Hann heldur sum heild, at politisku flokkarnir í dag hava lyndi til at gloyma burtur kristnulæruna, sum hann sjálvur heldur vera fullkomiliga óhugsandi.
Hann er eisin ónøgdur við, at sitandi samgonga ikki hevur tikið tey neyðugu stigini til at fordøma øllum yvirgangi.
Miðflokkurin ynskir eisini at vælsignað Ísrael, eins og tað stendur í bíbliuni.
?Tað verður alt ov lítil dentur lagdur á tað kristiliga í øðrum flokkum, sigur altso Jónfinn, sum skal standa sína roynd í valinum 30. apríl saman við hinum.