Eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu hevur fingið nýggjan deildarleiðara. Tað er Jónhild Abrahamsen, dóttir Edmund og Elspu Abrahamsen í Fuglafirði, sum er sett í hetta leiðarastarv.
Umframt at vera bankalærd, hevur Jónhild Abrahamsen eisini nomið sær útbúgving sum sosialráðgevi, og hon hevur eisini eina masterútbúgving í almennari leiðslu.
Jónhild Abrahamsen hevur arbeiðsroyndir sum sosialráðgevi og familjuráðgevi og hevur 10 ára leiðsluroyndir innan umsorganarøkið, eitt nú sum leiðari á stovni fyri fjølbrekað.
Nánd, sum er eldrasamstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, bjóðar Jónhild Abrahamsen hjartaliga vælkomnari í starvið, samstundis sum henni verður ynskt blíðan byrð í arbeiðnum.