Jónsvein hevur búð í Rituvík síðani í 1981. Hann er ættaður frá Gjógv, og tað verður sagt, at hann er gjáarmaður við stórum G. Foreldrini eru Louisa og Hans Christian Olsen, nevndur Kristian í Lon. Mamman er av Oyrabakka, og tey búðu á Oyrabakka, inntil Jónsvein var farin í skúla. Tá fluttu tey norður til Gjáar at búgva. Systrarnar hjá Jónsveini Dania og Annjó búgva báðar í Havnini.
Jónsvein gekk í framhaldsdeild í høvuðsstaðnum, har hann búði hjá Almu gummuni, har hann hevði tað gott. Hann lærdi til rørleggjara hjá Demich og arbeiddi eitt skifti sum sveinur hjá Mariu Poulsen.
Eftir at hann var fluttur til Rituvíkar, arbeiddi Jónsvein hjá Vaðhorn. Tað var tá, at hann fór undir samstarvið við vinmannin Birgir Nónsgjógv, sum hann kendi frá barnaárunum við Gjógv. Teir bygdu saltfiskavirkið upp. Fyrst var tað í Turkihúsinum á Skála og síðani á Hulki á Strondum. Seinni fluttu teir yvir um fjørðin og fóru at arbeiða hjá United Seafood á Toftum. Birgir var stjóri, og Jónsvein var arbeiðsformaður, og tað hoyrist ofta, hvussu væl tað gekk á Toftum, og hvussu gott arbeiðslagið var.
Fyri einum ári síðani doyði Birgir Nónsgjógv brádliga. Tað var stórur smeitur fyri tey á fiskavirkinum á Toftum, og fyri Jónsvein kendist tað ógvuliga meint, at hann misti samstarvsfelagan og barnavinin, sum hann hevði verið so nógv saman við barnaárini og eisini, tá ið teir so mangan vitjaðu í heimbygdini. Har vóru teir ofta undangongumenn, tá ið ungmannafelagið skipaði fyri afturvendandi bygdartiltøkum, og eisini á so mangan annan hátt, um tað so var inni ella úti til fjals ella í fjøru.
Teimum dámdi báðum at spæla guitar og at synga og yrkja, og tað var í hesum høpinum, at nógv av tí spratt, sum teir báðir hava upptraðkað við. Tá ið Jónsvein yrkir, sigast gjáarmyndir altíð at vera við í tekstinum.
Jónsvein giftist 5. oktober í 1985 við Lauru Einarson í Rituvík. Tey eiga trý børn. Tey eru Eivy, fødd í 1982, Kristian í Lon føddur í 1988 og Teinar føddur í 1996. Jónsvein eigur eina abbadóttir, sum er fødd í 2001. Konan hevur altíð verið frammarlaga, tá ið tiltøk hava verið fyriskipað í bygdini og eisini innanfyri, og tí hevur tað verið mest sum sjálvsagt, at Jónsvein eisini er við í so mongum. Hann hevur ongantíð spælt fótbólt, men nú er hann íðin NSÍ viðhaldsmaður, og síðsta kappingarár var hann ein av liðleiðarunum.
Jónsvein, sum er avgjørdur tjóðveldismaður, hevur altíð verið ógvuliga áhugaður í kappróðri. Ungdómsárini í Havnini róði hann við Ørvi og Havnarbátinum, sum stóðu seg væl tey árini.
Jónsvein dámar væl at hava gestir, hann er ógvuliga hjálpsamur, og hann hevur tikið sær fyrimyndarliga av vermammuni. Hon var vorðin einkja stutt frammanundan, at hann kom til Rituvíkar. Tá ið Laura og Jónsvein fluttu í nýggj hús, flutti vermamman við teimum. Seinni gjørdist hon blind, og tað hevur verið eyðsýnt, hvussu Jónsvein hevur havt umsorgan fyri henni og er farin við henni í kirkju og til tiltøk av so nógvum ymiskum slagi.
Tá ið Jónsvein hevur havt og framvegis hevur so nógv við fólk at gera, so er einki at ivast í, at tey fara at verða mong, sum leygarkvøldið fara at nýta høvið at heilsa upp á hann í Sjókafeiini í Runavík.HN