J. P. Gregoriussen fekk Heiðursgávu Landsins

Tað var arkitekturin Palli Gregoriussen, sum fekk »Heiðursgávu Landsins«, sum er 75.000 krónur.

 

Rigmor Dam, mentamálaráðfrú, segði í sambandi við handanina, at Palli Gregoriussen hevur virkað í eitt langt lív sum arkitektur.

 

– Hann hevur havt teknistovu í Føroyum sum eina ta fyrstu, sum eisini virkaði sum ein klekingardepil fyri ungar føroyskar arkitektar. Hann hevur víst ans fyri føroyskari mentan, segði hon millum annað.

 

Rigmor Dam vísti eisini á, at Palli Gregoriussen vann kapping, sum Sparikassin skrivaði út í 1961 um at tekna »føroyska húsið«, sum slóðaði fyri nógvum nýggjum føroyskum sethúsum.

 

Hon vísti á hesa bygningar, sum høvuðsverk hjá Palla Gregoriussen:

 

Posthúsið í Klaksvík 1967

Listaskálin 1970 – og útbyggingin frá 1993

Landsbókasavnið 1979

Útvarpshúsið 1981

 

Hon segði eisini, at Palli Gregoriussen sum arkitektur ofta hevur givið sítt íkast til mentanararv og samfelagsútbyggingar. Hon segði eisini, at hann hevur verið ein virkin teknaðir og nevndi stórverkið um føroysku trækirkjurnar sum dømi um týðandi avrik hansara.