Beint nú liggur bólturin hjá kommununum. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, hevur Løgtingið samtykt at arbeiða fyri at seta ein grunn á stovn, sum kann veita kommunum endurgjald fyri skaðar, tá ið náttúruvanlukkur raka.
Í hesum sambandi hevur Løgtingið samtykt, at heita á landsstýrismannin at virka fyri, at ein skipan verður sett í verk, soleiðis at ein náttúruvanlukka í framtíðini ikki tekur fíggjarliga grundarlagið undan eini kommunu.
Jørgen Niclasen sigur, at hann hevur vent sær til Kommunufelagið fyri tíð síðani og tey skuldu fáa greiði á nøkrum viðurskiftum, og so skuldu tey venda aftur. Men svar er ikki komið enn, og tað bíðar hann eftir.
Korona hevur herjað og kommunuval heur akkurát verið so tað er felagið skal skipast av nýggjum, men Jørgen Niclasen sigur, at hann fær væl eitt svar, tá ið tey eru til reiðar at svara.
Sjálvur heldur hann, at ein slíkur vanlukkugrunnur er framtíðin, men annars er eisini ein játtan á fíggjarlógini til havnir, og tann játtanin kann eisini brúkast at stuðla havnarbygging við. Men tann játtanin skal eisini brúkast til onnur viðurskifti, so tað verður ikki nógv eftir til brimskaðar, ásannar hann.
– Avbjóðingin er, at tað eru bara tríggjar landshavnir í Føroyum, Krambatangi, Gamlarætt og havnin í Syðradali. Allar hinirnar eru kommunalar, so í roynd og veru er tað ábyrgdin hjá kommunum, og tí skulu kommunurnar eisini spæla við.
Jørgen Niclasen sigur, at koma tey á mál við einum slíkum grunni, kundi hann hugsað sær, at hann eisini rindaði fyri teir skaðar, sum eru hendir. Men tað er ein spurningur, hvat semja fæst um, og hvat kommunurnar eru sinnaðar til.
Hann sigur, at tað fer at taka sína tíð at koma á mál og hann væntar, at ein slíkur grunnur verður til at framtíðartryggjað kommunurnar við og ikki til at rinda við afturvirkandi kraft.
Ein máti kundi verið at stovna ein grunn, har kommunurnar rinda ein prosentpart av skattainntøkunum í, og sum tær síðani kunnu fáa endurgjald úr, tá ið skaðar raka. Men so væntar hann eisini, at landskassin setur eitt innskot í grunnin. Hvussu stórt tað skal vera, veit hann ikki. Men hann leggur dent á, at tað verður ikki soleiðis, at landið skal rinda alt gjaldið í grunnin, tí kommunurnar skulu eisini rinda sín part.
– Hetta verður ein heilt vanlig trygging, har allar kommunur rinda inn, men har landið so hjálpir til fyri at fáa hann skjótari á føtur - og so fáa kommunurnar endurgjald eftir tørvi, sigur Jørgen Niclasen.