Jørgen fer úr landsstýrinum

Treytað av góðkenning frá løgmanni leggur Jørgen Niclasen frá sær sum landsstýrismaður, fer aftur i tingið, og Anfinn Kallsberg fer úr løgtinginum Fyri løtu síðan boðaði Jørgen Niclasen á tíðindafundi frá, at hann leggur frá sær sum landsstýrismaður.

Fólkaflokkurin vil, at uttanríkisráðið skal umsitast av Jacob Vestergard, ið frammanundan er landsstýrismaður i fiskivinnumálum.

Tað skulu framvegis verða tvey aðalráð.

Tá ið Jørgen Niclasen fer úr landsstýrinum og gerst tingmaður aftur, fer Anfinn Kallsberg úr tinginum, og Jørgen Niclasen verður formaður í fíggjarnevndini fyri hann.

Á tíðindafundinum segði Jørgen Niclasen eisini, at hann hevði kunnað løgmann um ætlan fólkafloksins.

Jørgen Niclasen segi eisini, at tá ið hann fer frá sum landsstýrismaður, fær hann betri stundir at røkja formansstarvið. Hann hevur áður fingið atfinningar fyri bæði at vera formaður og uttanríkisráðharri, tí uttanríkisráðharrin ferðast nógv.