Jørgen Niclasen heldur eyga við bankunum

– Vit hava snøgt sagt onga kapping á peningastovnsøkinum, og tí kunnu vit ikki liva við.

Tað segði Jørgen Niclasen við útvarpið á middegi.

– Bankarnir liva jú av rentuni, av muninum millum innláns- og útlánsrentuni. Men í Føroyum síggja vit, at rentustøðið er nógv hægri. Tá so bankarnir eisini eru komnir við hesum tænastugjøldunum, sum eisini eru nógv hægri, so er hetta prógv fyri, at vit hava onga kapping millum bankarnar, segði Jørgen Niclasen, sum sigur, at tey í landsstýrinum arbeiða við málinum

Sambært fíggjarmálaráðnharranum, so hevur landsstýrið eitt vakið eyga við bankunum. Spurdur, hvat landsstýrið ætlar at gera, segði hann, at tað veldst um, hvønn leist, tey velja.

– Men vit kunnu ikki sita upp afturá, vit skulu tryggja, at kapping verður á peningastovnsøkinum, segði Jørgen Niclasen.