Jørgen Niclasen sigur eitt og ger nakað annað

Heðin D. Poulsen
----------------

Omma mín plagdi at siga við okkum børn, at eitt er at siga tað rætta, men um gerðirnar ikki fylgdu, so var tað sum at lúgva.
Vit hava øll hoyrt formannin í Fólkaflokkinum gingið um geilar og tún og boðað frá, at tað almenna má spara. Fólk skulu sigast úr starvi, lønarsteðgur í fleiri ár og rationaliseringar. Tá nú hetta er tað, sum Jørgen sigur, so skuldi ein trú, at hann fór í gongd við sína stóru spariætlan innan tað almenna, men júst tað øvugta hendir.

Jørgen setir aðalstjóra
Eitt alment starv hevur verið leyst at søkja innan miðfyrisitingina, og hvør er landsstýrismaðurin, sum vil seta fleiri fólk í starv, jú eingin annar enn sami Jørgen Niclassen, sum sigur seg skula spara innan tað almenna.
Hetta er heldur ikki nakað hissini starv, hetta er eitt av hægst løntu almennu størvum fyri nærum 50 túsund krónur um mánaðin, umframt eftirløn. Persónurin verður settur í starv sum tænastumaður og merkir hetta millum annað, at viðkomandi í realitetinum aldrin kann blíva frákoyrdur ella settur niður í løn.
Jørgen einsamallur ger tað nú nógv truplari og dýrari hjá eini komandi samgongu, sum veruliga vil spara og minka um aðalráðini, tí tá Jørgen hevur sett nýggja aðalstjóran, tá fangar borðið. Heldur skuldi Jørgen latið fyribilssetta Herluf Sigvaldsson sitið í starvinum til ein onnur samgonga kemur, sum veruliga torir at minka um aðalráðini.