Jørgen sleppur kanska bíligari

Tá Eystari landsrættur í heyst feldi dóm í Tollmálinum, varð Jørgen Niclasen álagdur at rinda endurgjald fyri sakarmálskostnaðin hjá Dia Midjord, Liljuni Weihe, Jan Lamhauge og Sveini Tróndarson.


Tað merkti, at Jørgen Niclasen fekk eina risa rokning á tilsamans 376.200 krónur, umframt løn til sín egna sakførara.


Í gjáramorgun bórust tíðindini, at Procesbevillingsnævnet hevur sýtt fyri, at málið verður roynt í Hægsta rætti, og harvið er punktum sett fyri sjálvt málið, men spurningurin um hvussu nógv Jørgen Niclasen skal rinda í sakarmálskostnaði er ikki avgreiddur enn.


Christian F. Andreasen, advokatur hjá Jørgen Niclasen, upplýsir fyri in.fo, at spurningurin um hvussu stórt endurgjald tingmaðurin skal rinda journalistunum er eitt kærumál í sær sjálvum, og er ikki tengt beinleiðis at upprunaligu kæruni.


Eingin støða er tikin til seinnu kæruna enn, tí nevndin, ið viðgerð slíkar kærur, hevur bíðað eftir niðurstøðuni hjá Procesbevillingsnævnet, áðrenn hon fór í holt við at viðgera støddina á endurgjaldinum.