Jørgin Dahl leitar heimaftur

Ummæli: Við nýggju soloútgávuni leitar Jørgin Dahl heimaftur til røturnar. Tónleikurin er symfoniskur rockur við einum dámi av farnari tíð

Jørgin Dahl:

Lost Pilgrims

(Tutl, 2000)


Hann er meira besnissaður, enn hann hevur verið.

Ósmædni spontaniteturin frá útgávunum hjá Straight Ahead er burtur. Nú er talan um væl tilrættalagdan symfoniskan tónleik, har tónar úr 70?unum og 80?unum ikki verða fjaldir.

Í frálíka sanginum Time to go home verður sungið, at nú er tíð at fara heim til røturnar, og onkursvegna er hendan útgávan eitt ynski hjá Jørgini um at leita aftur til føroyskan tónleik, har hann hevur havt so nógvar sigrar.

Jørgin ætlar sær ikki heimaftur til Føroya at búgva, men gjøgnum nýggju útgávuna fær hann hóast alt høvi at senda 12 skeringar við tónleiki, hann hevur gjørt og lagt til rættis, heim til føroyingar.

Og komponisturin við teimum nógvu stóru avrikunum aftanfyri seg, hevur avrikað eina fløgu, sum staðfestir, at hann útviklað sín tónleikastíl, síðani hann miðskeiðis í 80?unum flutti til Danmarkar at búgva.


Øðrvísi

Lost Pilgrims er ein fløga við tónleiki, sum fólk ikki vanliga seta í samband við Jørgin Dahl.

Fyrstu tónarnir á fyrsta lagnum, When tuesday came, geva fyrstu ábendingarnar um, at symfonisk ljóðføri spæla ein týðandi leiklut í rocktónleikinum, sum Jørgin Dahl ger anno 2000.

Tað hoyrist tó aftur, at løgini eru skrivað av tiltikna sangskrivaranum úr Klaksvík, og millum skeringarnar eru sangir, sum kunnu gerast hitt. Ikki hitt bara fyri at verða hitt, men sangir sum kunnu standa eftir.

Jørgin Dahl syngur ikki sjálvur, og hann hevur bara gjørt eina av yrkingunum, tí hoyrist tað ikki eins væl hesaferð, at talan er um tónleik hjá Jørgin Dahl, sum tá fólk seta eina plátu hjá Straight Ahead á. Men hann hevur gjørt øll løgini, og hann hevur produserað tónleikin, og tað týðandi avrik í sær sjálvum.

Sangarin John McSherry ger eitt gott arbeiði, og á sangunum sum Moments og Time to go home fer hann rættiliga á flog. Tað eru eisini hesar báðar balladurnar, sum eftir fyrstu gjøgnumspælingarnar fanga oyrað, men sangir sum When tuesday came, Seventh minute og I´m walking on pillows blanda seg eisini uppí


Stórsligið

Tónleikurin er gjøgnumførdur symfoniskur rockur, og tað kann staðfestast, at stóru rockbólkarnir í 70-unum ikki hava spælt til fánýtis.

80?ini geva eisini Jørgini íblástur, men hann setir saman løg, tónar og arrangment saman soleiðis, sum eingin annar í Føroyum ger, og tí spyrst eitt serstakt úrslit burtur úr.

Tónleikurin er stundum stórsligin við kóri, strúkarum og øllum teimum elektrisku ljóðførunum. Detaljurnar eru nógvar, og úrslitið er lítið føroyskt.

Jørgin Dahl hevur altíð havt ein altjóða stíl, og hendan stílin endurskapar hann á Lost Pilgrims. Munurin er bara, at Jørgin Dahl er 16 ár eldri enn seinast, hann var við á eini veruligari útgávu, og onkursvegna hevur tað eitt meira sofistikerað ljóð við sær.

Men grundarlagið undir øllum tónleikinum hjá Jørgini er, at hann leggur seg eftir at gera løg, sum kunnu bera sangin, og soleiðis er eisini hesaferð.

Hann ljóðar framvegis øðrvísi enn aðrir føroyskir komponistar gera, og hann torir at gjøgnumføra tað, sum hann heldur verða rættast og best.

Tað hevur altíð verið eyðkenni hjá Jørgini Dahl, og Lost Pilgrims vísir, at Jørgin framvegis hevur nakað upp á hjartað tónleikaliga.

Lost Pilgrims kemur út í dag.Tað er plátufelagið Tutl, sum stendur fyri útgávuni.