Tíðindablaðið Sosialurin skrivar 14. mars 1985 um Jórun Rasmussen á Tvøroyri sum gjørdist Ársins Songlerkur.
Jórun var júst liðug á HF-skeiði og arbeiddi á flakvirkinum á Tvøroyri. Hon hevði nakrar ferðir sungið til dans á Tvøroyri saman við tónleikabólkinum Deiggj, og vinkonur og onnur hildu, at tað hevði verið stuttligt at roynt seg í kappingini um at gerast “Ársins Songlerkur”. Í blaðnum er ein longri samrøða við Jórun.