Frá lufthavnini í Ísrael, Ben Gurion, er lætt at koyra norður til Galilæa, ein nýggjur, góður vegur er gjørdur millum fjøll og dalar. Tað ber eisini væl til at koyra heilt norður til Metulla, sum er á markinum til Libanon, bæði á vestur- og eystursíðuni av Genesaret vatninum, sum á hebraiskum eitur Kinneret, tí tað líkist eini Kinner, eini hørpu.
Á norðurendanum á Genesaret vatninum eru fleiri fyri okkum kend staðanøvn, tað kendasta er ivaleyst Kfar Nahum, ella sum vit siga Kapernaum, stutt har frá er Tabgha, har søgan um teir 2 fiskarnar og tey 5 breyðini, sum Jesus vælsignaði, hendi, har eru eisini restir av atløgubryggjuni hjá Símun Pætur eins og áin Jordan rennur oman har.
Ganga vit eitt sindur longur niðaneftir, koma vit til kirkjuna bygd á staðið, har Jesus helt fjallaprædikuna. Í sama øki eru leivdirnar av býnum Korazim, sum eisini er nevndur í Nýggja Testamenti.
Á Korazim økinum, á veg norður eftir til Rosh Pinna, Zefat og Hazor í ovari Galilæu liggur ein kibbutz, sum eitur Amiad. Amiad liggur við ein krossveg har koyrast kann til fimm týdningarmikil økir: ovaru Galiæu, vestur Galilæu, Genesaret vatnið, Jordan dalin og til Golan heyggjarnar.
Á økinum hjá kibbutz Amiad stendur á einum heyggi eitt einsamalt, deytt træ, og við træið stendur brunnurin, sum eitur Jósefs brunnur, Jib Youseff er navnið, ið muslimarir hava givið brunninum.
Við síðuna av trænum og brunninum er Khan Jib Youseff, leivdirnar av nøkrum, sum einaferð hevði fleiri rúm, vatn- og matgoymslu, bønarrúm, sum venda móti Mekka, og garð til nakrar kamelar. Tá farið verður upp á leivdirnar á aðru hædd, sæst beint oman á vakra norðurendan á Genesaret vatninum og Golan heyggjarnar hinumegin.
Jósefs brunnur er aktuellur, eftir so væleyðnaðan sangleik um kotið hjá Jósefi. Søgan um Jósef er spennandi, hesin 17 ára gamli favoritsonurin hjá Jákupi, sum var kastaður í ein turran brunn, fyri síðani at blíva seldur sum trælur til Potifar, lívverjan hjá Farao. Vit kenna søguna frá 1. Mósebók kap. 37, men brunnurin er eisini nevndur í koranini (Surah 12. p.10,15).
Yvir brunninum er bygdur ein kuppil við 4 soylum, og á einari av hesum soylum hevur Joseph Nadan, sum granskarar rokna við var av indiskum uppruna, sett eina plátu og á henni er skrivað: í navnið Allah /Jósef?s brunnur / friður veri við honum /1318. Hetta er skrivað á urdu máli í árinum 1318 í tí muslimska kalendaranum, sum svarar til ár 1900.
Brunnurin er 1 m í diametur og 2 metrar djúpur, og rundan um brunnin eru fleiri gravir. Jib Youseff er fyrst umtalaður mitt í 10?u øld, men kuppulin er yngri. Sambært vísindini var brunnurin einaferð 10 m djúpur og ein framúrskarandi kelda til drekkivatn til mitt í 19?u øld, tá ein jarðskjálvti í 1837 var í økinum, sum eisini oyðilegði gamla býin Zefat. Eftir jarðskjálvtan er brunnurin ongastaðni nevndur aftur sum vatnkelda.
Kibbutzlimir søgdu mær, at drúsar og muslimar valfarta til hetta staðið; men ikki kristin.
Við síðuna av brunninum er sum nevnt ein Khan, tað er eitt herberg/gjald-tollingarstøð, sum bleiv brúkt til karavanirnar á veg til Egyptalands ella á veg til Damaskus.
Tað er ikki so nógv skrivað og granskað um hendan brunnin. Gabriel Kohner hevur gjørt bóklingin Jib Youseff (Ariel Books 1995). Gabriel býr á kibbutz Amiad, har eg sjálv búði á ungum árum og so aftur í sept. og okt. 2004. Gabriel er eldri maður, men arbeiðir enn á granna kibbutzini, Kadarim, har hann er heilin aftan fyri øll handverkaraamboð, sum kibbutzin framleiðir. Gabriel skrivar og lesur enn, eins og hann altíð hevur gjørt.
Tað, eg veit at siga frá um brunnin, hevur Gabriel sagt mær. Brunnurin er fleiri ferðir nevndur í søguni, fyrsta neyva skrivið um Jib Youseff varð gjørt av einum italienskum ferðamanni -Aquilante Rochetta í 1599. Brunnurin er eisini nevndur 1799 í sambandi við Napoleon. Tá býurin Akko var blokeraður av turkum, fekk Napoleon at vita, at turkiskar herdeildir brúktu brúnna B´Not Ya`akov (sum merkir dóttir Jákups) á veg frá Damaskus til Zefat. Napoleon sendi egnar hermenn at kanna, um so var. Generalurin Jacquatin førdi herdeildirnar og hóast herdeildirnar ongantíð passeraðu nevnda økið í Galilæu, var Jacquatin tann fyrsti, ið dokumenteraði kortið yvir økið, sum inkluderaði Jósefs brunn, men onki er nevnt um nakað herberg/gjaldsstøð, han, við síðuna av.
Vit lesa í 1 Mósubók kap. 37, at Jósef fann brøður sínar í Dotan, men ivamál eru um, hvar Dotan lá, er talan um "Tel Dotan" er talan um eitt stað millum Sikem (í dag nevndur Nablus) og Jenin, og tað er langt sunnan fyri brunnin, ið er kendur sum Jósefs brunnur.
Tað er ringt at vita, júst nær hetta staðið er blivið eitt heilagt stað. Eitt heilagt stað altíð er eitt heilagt stað, hóast religiónirnar skifta; men ein kendur arabiskur landafrøðingur Mukadesi, markeraði staðið í árinum 985 sum eitt "týdningarmikið stað".
Nógvar sokallaðar gjaldsstøðir, Khanims, sum karavanar við handilsmonnum nýttu, vóru gjørdar tá økið var partur av Osmaniska ríkinum; men hesum støðum, Khan Jib Youseff var týðiliga ikki tørvur á, og Gabriel heldur ikki, at hon bleiv brúkt á handilsrutuni, og metir hann at Khan Jib Youseff er bygt har, tí at brunnurin var har.
Býurin Zefat (Safed) liggur høgt uppi á einum fjalli, og var ein týdningarmikil býur, Zefat var krossfararaborg til ár 1266, mamelukkarnir høvdu Zefat til høvuðsstað í Galilæu og og tann mystiski parturin av jødadóminum, kabbalisman, hevur enn í dag sítt høvuðsæti í Zefat.
Tað tekur 20 min. at koyra frá kibbutz Amiad til Zefat.
Gabriel heldur, at økið niðan fyri Zefat, har Khan Jib Youseff er, bleiv brúkt sum eitt slag av tollstøð, har vegskattur bleiv kravdur og har handilsmenn sluppu av við vøru. Dokument frá Osmannisku yvirvøldini í økinum, ár 1512- umleið 1923, nevna eina herdeild á staðnum, sum búleikaðist í eini bygd tætt við, og bygdafólkinum var eisini álagt at gjalda vegskatt.
Tann fyrsti ferðandi, sum neyvt sigur frá, hvussu brunnurin sær út, eitur Burckhardt, J.L. í ár 1812. Hann er í býnum Zefat har ongin Khan er. Hann fer tíðliga um morgunin úr Zefat, beinleiðis oman av fjallinum móti vatninum ( Genesaret). Hann skrivar, at landið ikki var dyrkað og har vóru ongi trø. Eftir at hava gingið í tveir tímar og eitt korter, kom hann til Khan Jib Youseff Hann skrivar, at gjaldstøðin/herbergið var í ruinum, og ein stórur hylur var við síðuna av. Hann sigur frá søguni um Jósef og lýsir brunnin tætt við herbergið, verandi 3 føtur breiður og 30 føtur djúpur og bygdur av myrkum steinum. Burckhardt skrivar um vatnið, sum ongantíð tømist, og undrar hetta hann, tá hugsað verður um søguna um Jósef, ið varð blakaður í júst sama brunn. Bíblian sigur frá um turran brunn. Hann skrivar, at steinarnir í sjálvum brunninum eru svartir, heyggjarnir, har brunnurin er, eru hvítir av øllum límsteinunum.
Søgan sigur, at steinarnir blivu svartir av tárunum hjá Jákupi, meðan hann leitaði runt eftir soni sínum. Brunnurin er varðveittur bæði av turkum og av teimum kristnu. Hann nevnir, at fá ferðandi koma har til og at brunnurin er á Akko/Damaskus vegnum, ein lítil bygd er tætt við har soldatar og teirra familjur búgva.
Eg kundi skriva nógv annað sum, Gabriel Kohner segði mær frá, men vil í hesi grein enda við eitt sindur um Via Maris. Via = vegur og Maris = sjógvur.
Via Maris var handilisrutan frá Gaza, til mount Tabor, til Megiddo og síðani til Damaskus. Gabriel heldur, at Khan Jib Youseff var ein Zefat terminalur á Via Maris, tí frá Gaza og til Damaskus eru fleiri slíkir Khanim, tvs. gjaldsstøðir/herberg. Millum hvønn Khan var ein dagur av karavangongd, ið er 6 tímar roknað við ferðini hjá einum kameli, tvs. umleið 36 km. í vanligum lendi og 28 tímar í fjallalendi. Av tí at tað millum allar hinar Khanims á Via Maris eru millum 30 og 28 km, virkar tað løgið, at tað bara eru 4 km frá Khan Jib Youseff og næsta Khan.Tað er hetta, sum fær hann til at halda at, at Khan Jib Youseff endaði sum ein terminalur til Zefat, býurin sum enn í dag, hóast vit koyrdu við bili, er so høgt uppi, at eg næsta ikki tordi at hyggja niður har frá, og tá skilji eg væl, at handilsmennirnir hava roynt at funnið sær eitt hvørt alternativ.
Tá tit eina ferð fara at vitja Jib Youseff (Jósefs brunn ) og Khanin við síðuna av, so skilja tit nokk, at har aldri hevði verið pláss fyri 200-500 kamelum, sum hoyrdi til ein vanligan karavan, og tað tók umleið 20 dagar frá Kairo til Damaskus á kamelbaki.Annars vóru túrarnir eftir Silkivegnum, sum fór langt eystur eftir nógv størri, har vóru vanliga 20.000 kamelar ? trúgv tí hvør ið vil.
Men sum tann typiski jødin Gabriel er, flennir hann speiskliga, tá hann tosar við meg sum kristna og sigur: "Leila góða, um vit bæði nú taka Bíbliuna alvorliga, so er brunnurin í Dotan ? og ikki her."
Men eg hugsi bara víðari, takki fyri nýpressað appelsinjuice, fari út í ta heitu luftina, hyggi upp í myrka stjørnuhimmalin yvir Galilæu og sigi við meg sjálva, ok, gott nokk siga muslimarnir, at grøvin hjá Jósef er í Nablus (Sikem), har teir hava bygt eina moské, men enn eru tit ikki komin ásamt um, hvar Dotan lá og hví eitur brúgvin longur norðuri enn brunnurin er B´Not Ya?akov, sum merkir "Dóttir Jákups"? Fleiri lokal søgdu mær, at ongin ivi var um, at Jákup og synir hansara hava verið nógv í umráðnum, tit síggja á kortinum.
À veg heim møtti eg einum gomlum vini, sum eftir at hava hoyrt meg siga frá mínum kvøldi saman við Gabriel Kohner, spurdi: "Leila, veitst tú hvat Jósef hugsaði um niðri í brunninum???"
Í fall onkur lesari hevur fingið hug at vitja vakra og spennandi Galilæa, so ber til at gista á kibbutzum, sum eru alla staðni. Amiad Joseph?s Well Country Inn er ein møguleiki. Galilæa er friðarligt, men trygdin er tann sama sum í restini av Ísrael.