Játtaði at hava dripið sítt nýfødda barn

Í grundlógaravhoyring í rættinum í Hjørring hevur ein 21 ára gomul kvinna úr Frederikshavn júst viðgingið, at hon beindi fyri sínum nýfødda soni seinasta fríggjadag.

Ákæruvaldið hevur illgruna um, at kvinnan drap tann níggju dagar gamla drongin við at trýsta ein kodda oman yvir andlit hansara, so hann kvaldist. Aftaná royndi kvinnan at taka lívið av sær, og hon hevði einki vit, tá drongur hennara kom fram á hana. Hann var eisini pápi tann lítla drongin.

Kvinnan og drongurin vórðu alt fyri eitt flutt á sjúkrahús, men tað eydnaðist ikki læknunum at bjarga dronginum. Hann var deyður, tá hann kom á sjúkrahúsið í Aalborg.

Sambært donskum fjølmiðlum vildi kvinnan ikki úttala seg, tá hon kom fyri rættin fyrrapartin í dag.