Vælvaksni danin var ein sannur fongur fyri felagið í fjør, men av praktiskum ávum bar ikki til at leingja sáttmálan tá. Nú verður tó váttað hjá Neistanum, at avtala er gjørd við Jacob, um at koma aftur til Føroya seinna partin av kappingarárinum. Fyrsti dysturin hjá Neistanum í 2008 verður á heimavølli móti H71 tann 20. januar.