Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur í morgun vitjað Fish Fair, sum verður hildin í Klaksvík.
Tað er borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sum hevur boðið fiskimálaráðharranum at vitja fiskivinnumessuna. Við í ferðini var Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.
Fiskimálaráðharrin fekk fyrst ein kaffimunn og so var vitjað runt um kring, eitt nú hjá Hans í Líðini, stjóra á Rock Trawldoors og hjá Hanusi Hansen, stjóra í JFK-Troli.
Eftir døgurða hevur borgarstjórin boðið umboðum fyri kommununar í KSF og grannakommunurnar í Norðoyggjum at vitja Fish Fair.
Væl av fólki var og vitjaði í gjár - eini 1500 í tali - men í dag verður væntað, at enn fleiri fara at vitja á messuni.
Veðrið er gott og fráboðanir til vitjan í dag eru fleiri.
Myndir: Dávur Winther.