Bretska løgreglan roynir av øllum alvi at fáa greiði á, hvør skipaði fyri bumbuatsóknunum í London.
Bumbur í London
Tað kom ikki óvart á bretsku løgregluna, at tað eydnaðist yvirgangsmonnum at spreingja fleiri bumbur í London. Leiðslan í løgregluni hevur alla tíðina sagt, at tað var ikki ein spurningur, um ein yvirgangsatsókn kom, men heldur nær hon kom.
Charles Clarke, innanríkisráðharri, segði í gjár, at løgreglan hevur sett seg í samband við allar trygdartænastur í USA, Fraklandi, Spania og Týsklandi í einari roynd at avdúka, hvør skipaði fyri atsóknunum, og hvør framdi tær í verki.
Løgreglan hevur verið sera varin við at siga nakað um kanningarnar, og eygleiðarar halda, at løgreglan ætlar sær ikki at koma í somu støðu, sum tann spanska løgreglan kom í aftan á atsóknirnar í Madrid tann 11. mars í fjør. Tá sprongdu yvirgangsmenninir seg í luftina, beint áðrenn løgreglan skuldi taka teir.
Serfrøðingar í yvirgangi eru ikki í iva um, at tað var onkur við tilknýti til al-Qaeda, sum legði atsóknirnar í Londion til rættis, tí framferðin var tann sama sum í atsóknum, sum al-Qaeda hevur havt ábyrgdina av. Tann felagsskapurin, sum hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknunum í London, var ókendur frammanundan, og bretska løgreglan ivast í, at hann yvirhøvur er til.