Á Jaguar bilverksmiðjuni verður arbeitt við at leggja síðstu hond á teirra fyrsta stationcar. Jaguar X-type, ið er bygdur yvir sama plattform sum t.d. Ford Mondeo, verður nú eisini gjørdur sum stationcar. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein Jaguar verður gjørdur sum stationcar. Eins og sedan útgávan verður stationvognurin 4x4, og kemur hann eisini at fáast sum diesel. Bilurin skal kappast við BMW 300 Touring og Mercedes C-stationcar. Bilurin kemur á marknaðin seinni í ár.
Kelda: FDM / Motor